Poul Egilsnes Lorentzen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Hann situr eitt sindur boygdur framyvir og livir seg inn í tónleikin úr pípunum í stóra orgulinum í Hans Egede kirkjuni. Og tónleikurin kemur frá nótabløðunum, umvegis heilan og niður í teir tíggju fingrarnar og longur niðri báðar føturnar, sum syrgja fyri djúpa bassinum.
-Eitt pípuorgul er eisini eitt reypingarljóðføri. Tað er bygt fyri at imponera, fyri at gera fólk bilsin og undrandi, men tað er eisini eitt gott og stórsligið ljóðføri, sigur Poul Egilsnes Lorentzen, meðan fingrarnir fara lætt eftir teimum svørtu og hvítu tangentunum, sum í Hans Egede kirkjuni eru umvendir, eins og á eini kembalo. Teir vanliga hvítu eru svartir og teir vanliga svørtu eru hvítir.
Eftirnavnið Egilsnes fær okkum at hugsa um Vestmanna og Poul hevur røtur í Vestmanna, hann hevur búð í Danmark alt lívið og tosar danskt, hóast hann skilir føroyskt.
-Mamma mín var føroysk og pápi úr Danmark. Mamma mín kallaðist Frida Egilsnes. Eg var nógv sum barn og vitjaði í Føroyum. Hvørja summarferiu vóru vit og vitjaðu ommu og abba í Vestmanna. Abbin kallaðist Poul Martin Egilsnes og omman Ida. Vit vitjaðu, so leingi tey vóru á lívi. Eg var 10 ár, tá íð omma doyði og hon var tann seinna av teimum.
-Eg haldi, at eg gjørdist organistur tilvildarliga. Eg søkti inn á musikkvísind og inn á lægsta trin innan kirkjutónleik. Í fyrstuni var tað at spæla orgul ikki nakað fyri meg. Eg helt, at har hendi ov lítið. Men seinni broyttist hetta. Tað eru so nógvir vakrir sálmar til. Eg treivst ikki serliga væl á skúlanum. Og nú fór eg av sonnum at hugsavna meg um orgulspælið og tað endaði við, at eg tók prógv í orgulspæli, preliminers eksamen ella PO, sum tað vanliga verður stytt til, og síðan havi eg livað av at spæla í kirkjum, eisini í føroyska kirkjuliðnum í Keypmannahavn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”