Skriva út

Per Poulsen

Per Poulsen klokkari í Dómkirkjuni(1).jpg
Per Poulsen
klokkari
Havnar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Per Poulsen er ættaður undan Gøtueiði og er gøtumaður. Undir Gøtueiði og Skipanes verða ofta umtalaðar sum ein bygd, men tær eru tvær og hoyra enntá til hvør sína kommunu. Undir Gøtueiði er innari parturin av hesum báðum bygdum, sum eru samanbygdar. Undir Gøtueiði hoyrir til Eysturkommunu og Skipanes til Runavíkar kommunu. Per er føddur 14. juli 1947.

-Eg byrjaði sum klokkari í 2006. Teir manglaðu ein klokkara í dómkirkjuni, eg var komin til trúgv í 2000 og var farin at ganga í kirkju og heitt var á meg. Eg eri uppvaksin Undir Gøtueiði, og har var ongin kirkja og heldur ongin sunnudagsskúli. Mamma segði, at hon hevði lært so lítið um Jesus. Við umvendingini í 2000 broyttist mítt lív frá, at eg helt meg vera góðan nokk, til at eg var ein frelstur syndari. Eg hevði eitt sindur ringt við at góðtaka barnadópin, men tað er ikki dópurin, sum frelsur og vit eru so ymisk og tað er tað, sigur Per Poulsen.

-Eg fór til skips sum teir flestu. Fyrst við sluppini Westvard Ho og síðan tríggjar saltfiskatúrar við Finni Fríða. Í 1965 fór eg í bakaralæru hjá Frans Restorff og stovnaði egið bakaravirkið í 1979 undir navninum Mylnan. Eg og konan byrjaðu og skjótt vóru vit seks starvsfólk. Í 1990 vóru vit gott 30 starvsfólk, tað gekk við rúkandi ferð. Tá vóru seks bakarí í Havnini, nú er bara eitt eftir og tað er Mylnan, sum eg stovnaði og Mylnan verður í dag leigað til SMS, sigur Per Poulsen.

-Eg havi í átta ár arbeitt við alkoholikarum á avrúsingini á Bláa Krossi, síðan eg gavst sum bakari, sigur hann.

Per er giftur við Sólrun, hon er ættað av Toftum. Tey møttust sum ung, tá íð tey gingu at lesa. Tey fingu tríggjar synir og eins dóttir. Og tey eru ikki sloppin uttan sorg. Tann eini sonurin doyði 16 ára gamal.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.