Skriva út

Paulina M. K. Eliasen

Húsar - Paulina M. K. Eliasen, deknur
Paulina M. K. Eliasen
deknur
Húsa kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Paulina MK Eliasen er ættað úr Kollafirði og gift á Syðradali á Kallsoynni. Hon er deknur í Húsa kirkju og hevur drúgva tænastu í kirkjuni sum heild, tí hon hevur broderað altardúkar til fleiri kirkjum kring landið.

-Eg giftist í 1985 í Kalsoynna. Maður mín eitur Erik Eliassen. Eg havi verið deknur síðan 1998 og eri tað enn. Tað var gott, at flyta til Syðradals. Eg var barn í Kollafirði, fór síðan niður at læra til hondarbeiðslærarinnu og síðan starvaðist eg í Havn, til eg flutti til Syðradals.

-Tá íð tú flytir á bygd, snýr tað seg um at geraast ein partur av bygdasamfelagnum, tað hevur eydnast væl. At vera deknur, er eisini at vera ein partur bygdunum. Eg eri komin nógv í Kalsoynna. Tað kemst av, at systir mín, Ragna Glerfoss giftist í 1964 til Mikladals, og hana havi eg vitjað, síðan eg var smágenta. Tað var eisini soleiðis, at eg møtti manninum.

-Eg undirvísi í hondarbeiði í Klaksvík á Húsarhaldsskúlanum og eisini í kvøldskúlanum í Kollafirði. Eg havi altíð havt áhuga í brodering og í seinastuni havi eg verið rættuliga virkin, eg havi broderað til føroysk klæði hjá teimum kongaligu, sum hava vitjað í Føroyum í summar. Tað var spennandi, sigur Paulina M.K. Eliasen.

Broderingin hevur eisini ført til, at Paulina kann teljast millum rithøvundar. Hon hevur givið tvær bøkur út um brodering til føroysk klæði.

Ongin kirja er í Syðradali og á Trøllanesi og í føstu verður gudstænasta hildin í hesum plássum.

Paulina og Erik eiga tvey børn, gentu og drong og barnabørn eru ikki komin enn.