Skriva út
Páll Vejhe
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Páll Vejhe hevur verið klokkari í Porkeris kirkju síðan 2009, men tað liggur ikki so væl fyri nú, tí nú arbeiðir hann aðruhvørja viku, og tað forstýrar klokkarastarvið. Páll er føddur 24 januar 1972.
-Eg arbeiði í alingini her suðuri. Eg eri fóðrari og eg havi verið í alingini seinastu 17 árini. Nú er arbeiðstíðin broytt og hetta gongur út yvir ringingina.
-At ringja er eitt pliktuppfyllandi starv. Vit ringja tríggjar ferðir hvønn sunnumorgun, klokkan 10, klokkan 11 og klokkan 12. Vit ringja uppá gamla mátan við at hála í bandið. Hetta er ein gomul kirkja, hon er frá 1847.
-Mær dámar væl í alivinnuni. Tað er eitt hart og krevjandi arbeiði og vit arbeiða í øllum veðri. Vit gerast sjóvandir, hóast vit eru so nær landi. Alingin er eitt arbeiði, sum allatíðina er í menning.
Um alingin ikki var ein avbjóðing, hevði eg neyvan trivist í henni. Vit uppliva nýtt allatíðina, tað eru allatíðina avbjóðingar og tað er júst tað sum ger, at eg trívist, sigur hann.
-Í frítíðini luttaki eg í bygdarlívinum sum hinir og eg fáist eisini við seyð, sum mær dámar stak væl.
-Eg eri porkeningur og konan, Joan, er eisini úr Porkeri. Vit eiga ein son, hann er uppkallaður eftir abbanum og eitur Sakaris.