Páll Svartá
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Páll Svartá, bóndi í Saksun er so nógv, hansara kongaríkið fevnir um stóra vídd. Hann er bóndi í stóra Svartáhaganum, sum gongur suður móti vakra Koppenni, er granni við vestmenningar í Vestmannabjørgunum og eigur syðru helvt av Saksunnar Havn og lónna og bjargalendið fyri vestan. Og í kirkjuni hevur hann ábyrgd av, at ringt verður forsvarliga, tá ið prestur er. Tað búgva fá fólk í Saksun og kirkjugongdin er óreglulig. Tað er ikki sum fyrr, tá presti var álagt at hava eitt ávíst tal av kirkjugongdum um árið.
-Eg havi verið klokkari síðan Steingrim Johannesen doyði. Tað var í 1990. Steingrim var ættaður úr Hvalvík, men vaks upp í Saksun, sigur Páll Svartá, sum er føddur 26. mars í 1940.
-Tá ið eg var ungur, tók Magnus Pauli á Kvíggjarhamri sær av øllum í kirkjuni. Hann var ættaður úr Tjørnuvík og giftur til Saksunnar. Í Saksun var sungi kingo, meðan eg var ungur, eg var í tjúgunum, tá ið teir góvust.
-Nú er einki fólk í Saksun og tað sæst eisini aftur í kirkjugongdini. Onkuntíð er tað bara vit í kirkju og tað kann aldrin loysa seg at halda gudstænastu bara fyri mær og konuni. Tað eru bara fimm fólk, sum búgva fast í Saksun og síðan eru tað tey í summarhúsunum, sum eru her av og á.
-Í dag er tað langt í millum, at prestur er her. Fyrr var ein skipan, har hann skuldi vera seks ferðir um árið.
-Tað er stór ábyrgd at vera klokkari og tú má ansa alvorliga eftir ikki at ringja færri ella fleiri enn níggju biðisløg, tá ið gudstænastan endan. Einaferð kom eg av óvart at ringja tíggju biðisløg. Tað hoyrdi eg nógv fyri. Aftaná søgdu fólk við meg, hvussu nógv biðisløg munnu vit fara at hoyra í dag, sigur Páll Svartá.
Páll er giftur við Gurli, eitt konubrot úr Skopun og tey eiga tveir synir og tríggjar døtur. Gurli hevur gjørt alt til, sum kemur av slaktinum og tað verður selt suðuri í Havn og er eitt dygt ískoti til raksturin av garðinum. (Samrøðan varð gjørd í juli 2016, Páll hevur nú sagt garðin frá sær og er vorðin pensionist.)
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.