Skriva út

Páll Sørensen

Húsar - Páll Sørensen, deknur
Páll Sørensen
deknur
Húsa kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Páll er av Húsum, er uppvaksin í bygdini og býr her. Og hann plagar at avloysa sum deknur í kirkjuni, tá íð forfall er. Páll er føddur 22 september 1949.

-Eg havi verið avloysari á kórsgáttini og kanska eg havi arvað hetta starvið. Tað kemst av, at eg havi í mong ár verið formaður fyri kirkjuráðnum og tá er mann so tætt at øllum.

-Eg helt ikki, at tað var so avbjóðandi, tá ið eg var yngri at vera avloysari, tá ið eg var í 30 unum. Men nú er ørvísi, eg merki, at eg eldist og sjónin er eisni viknað, sigur Páll Sørensen.

-Eg eri útbúgvin elektrikari og havi eisini maskinútbúgving. Eg sigldi sum maskinmeistari í trý ár og síðan fór eg á maskinmeistaraskúla og havi ikki verið maskinmeistari síðani.

-Eg var við til at gera allar tunnlarnar í Kalsoynni og eisini Kunoyartunnilin. Hetta var eitt veldugt framstig fyri hesar báðar oyggjar reint tekniskt, men um tað gjørdist liviligari veit eg ikki. Fólkatalið minkar. Tað sum er alt avgerandi fyri trivnaði í Kallsoynni er sambandið við Klaksvík og sambandið er gott. Báturin siglir sjey ferður um samdøgnið. Seinastu 20 árini havi eg arbeitt innan aling.

Páll er ógiftur og býr í barnaheiminum á Húsum. Hann fæst eisini við seyð og eigur eina hálvmørk í jørð.