Skriva út
Páll Reinert
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Tað eru fleiri kandidatar til fortjensmedaljuna millum kirkjutænararnar í Kaldbaks kirkju. Deknurin Páll Reinert er ein teirra. Hann hevur verið deknur seinastu 35 árini. Páll er uppvaksin Við Á í Kaldbak. Hann er føddur 27 november 1941.
-Eg læs fyrstu ferð tann 13 desember 1981, tað hevur verið annan sunnudag í atvent. Eg avloysti Petur Paula Nolsøe, hendan dagin. Hann hevði verið kirkjutænari í yvir 50 ár, tá ið hann seinni legði frá sær og hann fekk fortjenstmedalju frá hennara hátygn, Margretu drotning, sigur Páll, sum hevur nakað blídligt og vinarligt yvir sær.
-Eg var glaður fyri at vera biðin til dekn. Eg varð valdur í kirkjuráðið um hetta mundið og havi verið síðan. Kirkjuráðsarbeiðið er eisini ábyrgdarfult. Í 1985 kom ongin listi inn og gamla kirkjuráðið helt fram, hóast tað ikki formelt var valt, men tað er so ikki komið fyri aftur.
-Sum ungur fór eg til Havnar at koyra lastbil. Kaldbak var eitt ógvuliga avbyrgt pláss tá, eins og so nógva aðrastaðni í landinum, nú er vegur allastaðni. Vit máttu dúva upp á skipini og eg minnist fleiri strandfaraskip, sum sigldu okkum oman og niðan í fjørðin. Har vóru Sigmundur, Ternan, Streymur og Tróndur. Eg fór sum ungur til Havnar og leigaði mær eitt kamar. Eg hevði fingið starv at koyra lastbil hjá Jón Hansen, sum tá hevði fleiri lastbilar. Vit gjørdu Oyggjavegin.
Tað var spennandi at koyra lastbil, serliga kranabil. Eg vann eisini nógvan pennig, tí har var nógv yvirtíð. Tað var stuttligt at arbeiða hjá Jón hjá Gynnu, sum havnamenn kallaðu hann.
-Eg royndi sjólívið eisini. Svágur mín, Hákun Jensen, var skipari og hann førdi Leik hjá Skipafelagnum og har slapp eg við. Vit fiskaðu laks um summarið og tað var ein stríggin tíð, men vit tjentu nógvar pengar. Hákun var ein serdeilis fittur og góður skipari. Hann hevði fullkomiliga kontroll á skipinum, serliga í ódnarveðri, man kundi vera tryggur saman við honum.
-Eg gjørdist gamal drongur. Og hvat er ein gamal drongur, tað er ein, sum ongantíð livir saman við eini konu. Eg veit ikki hví tað bleiv soleiðis. Kanska var tað tí, at tá eg var í teimum árunum, har tað er vanligt at finna sær konu, tá var kappingin um konufólkini so stór. Hetta var tá ið Mjørkadalur var bygdur og nógvir danskir mjørkadalsmenn vóru her. Og tá ið hetta er sagt, tá eri eg ikki keddur um at liva einsamallur, sigur Páll. Hann býr í einum Hetlandshúsum, sum hann keypti í Kaldbak. Tað var Ian Rasmussen, sum umboðaði hesi hús, sum í veruleikanum vóru norsk typuhús.
Vegurin kom til Kaldbak til jólar 1979 og nú bar til at fara av bygdini, nær tað skuldi vera. Við strandfaraskipunum mátti tú ganga klárur í minst tveir tímar undan at skipið vanliga plagdi at vera har, tí tú visti ongantíð, nær tað kom.