Skriva út

Páll Isholm

Gøta - Páll Isholm, deknur
Páll Isholm
deknur
Gøtu kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Páll Isholm er havnarmaður og hann hevur sett seg niður i Gøtu. Ikki soleiðis, at hann bara er havnarmaður. Omma hansara er ættað úr Syðrugøtu og hann hevur nógva slekt í Gøtu. Og tað er arbeiðsplássið sum hevur gjørt hann staðbundnan í Gøtu og nú er hann aftur í høvuðsstaðnum. 

    -Eg havi verið deknur í Gøtu kirkju í trý ár. Frá 2013 og fram til nú, og eg eri ikki deknur í løtuni.
 
    -Eg varð spurdur um at vera deknur og hugsaði, hví ikki tað. Eg hevði sungið nógv í kirkju og mær dámar at seta meg inn í tingini og her var tørvur á einum dekni, tað var orsøkin til, at heitt var á meg. Tá ið eg skuldi lesa, setti eg meg væl inn í lesturin, eg hevði valt. Tað er ikki altíð lætt at velja lestrar og mótsigandi, kundi eg hugsað mær enn fleiri lestrar at valt í millum. 

    -At fyrireika seg sum deknur til eina deknagudstænastu er góður máti at koma inn í skriftina.

Mær dámar serliga væl lestrarnar hjá Gudmund Bruun. Teir hava gott mál og kanska ikki alt for aktuellir, kanska tíðarleysir. Eg haldi, at deknagudstænastan hevur týdning. 

    -Kanska skuldu vit havt fleiri lestrar frá okkara egnu prestum. Eg trúgvi, at tað hevði dáma fólki.
 
Páll Isholm hevur verið studentaskúlalærari og rektari á Kambsdali. Hann er giftur við Rannvør og tey eiga fýra børn, tveir dreingir og tvær gentir.