Skriva út

Óli Marner Christiansen

Óli Marner.jpg
Óli Marner Christiansen
deknur
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Óli Marnes Christiansen er eitt kent andlit í Klaksvík, har hann hevur roynt seg sum handilsmann, vinnulívsmann og lærara í mong ár. Men hann hevur eisini verið knýttur at kirkjulívinum og hevur verið kirkjutænari í fleiri umførum. Óli Marner er føddur 23. september 1959.

-Miðskeiðis í áttatiárunum í farnu øld, hetta var í 1985-1986 spurdi Jónsvein Østerø, sum sat í kirkjuráðnum meg, um eg vildi vera deknur og eg segði ja.  Eg var deknur, til eg gjørdist sjálvstøðugur vinnurekandi í 1989. Nú eri eg aftur deknur saman við trimum øðrum.

-Kirkjan hevur tað gott í Klaksvík. Vit eiga fólksligar prestar og hava góðan sang. Eg plagi at syngja á loftinum.

-Eg havi starvast nógv innan handil í Klaksvík og í Leirvík. Nú er alt selt og eg má fara at finna upp á okkurt heilt annað. Eg hevði Effo støðirnar í Klaksvík og í Leirvík. Og saman við konuni rak eg Á handlarnar. Vit treingja til nýggjar avbjóðingar, og tí  hava vit selt alt nú og fara at royna okkurt nýtt, sigur hann og hevur ikki heilt vant seg við, at telefonin ikki ringir alla tíðina, soleiðis sum hon plagdi, tá íð hann hevði mest jørn í eldinum.

Óli Marner eg giftur við Jóhannu og tey eiga trý børn og fýra  barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.