Óli Hans Hammer Olsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.
Vanliga vaknar Óli Hans Hammer Olsen til bildunið og sjóðið av stórbýnum mitt inni í London. Hann arbeiðir innan skipasýn. Konan býr í Føroyum og hann ferðast í millum, ella fer hon til London. Og Óli Hans hevur verið klokkari í Hvalvíkar kirkju, skrúva vit tíðina nøkur ár aftur í tíðina. Óli Hans er gøtumaður og býr í Streymnesi.
-Eg var biðin í 2007. Tað var Finnbjørn Zachariassen, sum tá var formaður í kirkjuráðnum, sum heitti á meg. Eg avloysti Tummas Johansen, sum tá gavst. Eg haldi, at tað var eitt upplivisli at vera klokkari. Klokkan var gomul, og man skuldi ansa eftir ikki at nýta ov nógvar kreftir, soleiðis at hon ikki fór runt. Eg ringdi fram til 2011. Eg ferðasist nógv í arbeiðinum og tað gjørdist tvørligt at vera klokkari og at enda segði eg starvið frá mær. Tað eru ymiskt hvussu siðirnir eru í kirkjunum. Í Hvalvík er tað soleiðis, ella eg gjørdi í hvussu er soleiðis, at tá ið prestur var, sat eg í torninum og meðan lestur var, sat eg í kórinum.
-Vit eiga eina vakra kirkju í Hvalvík. Hon er útskorin og benkurnir eru smalir. Tað hevur ikki verið bara at siga tað hjá hvalvíkingum at siti og lurta eftir drúgvu Brockmannslestrunum í gomlum døgum. Mær dámdi eisini væl prátið við prest aftan á gudstænastuna, tá ið eg var klokkari.
Konan eitur Katrin og hon er ættað úr Suðri. Tey eiga tvey børn frá 1991 og 1995 og bæði búgva í Streymnesi.
-Konan vildi búgva í Havn og eg vildi ikki. Hon vildi ikki búgva í Gøtu, har eg eri uppvaksin. Og síðan endaðu vit við eini millumloysn, sum bleiv Streymnes.
-Eg eri ein stóran part av árinum til arbeiðis í London. Tað er innan skipasýn og eg taki mær av manningum og útbúgving av sjófólki. Eg gangi nógv umborð á cruiseskip og hyggi eftir hvussu manningarnar eru útbúgvnar. Í hesum sambandi eri eg rættuliga nógv á Bahamas, har eg starvist við ein privatan vinnuháskúla, eitt starv eg kenni til, tí eg var eisini leingi á vinnuháskúlanum í Føroyum.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.