Óli Abrahamsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Tú skal heilt aftur til 1954, um tú skal vita, nær Óli Abrahamsen úr Fuglafirði ringdi fyrstu ferð í kirkjuklokkuni í kirkjuni í Fuglafirði. Hetta var til eina brúðarvígslu. Hann var tá 17 ára gamal. Og tað var í eini heilt aðrari kirkju, enn tann sum stendur á Heygnum í Fuglafirði í dag. Gamla kirkjan stóð uppi knappliga 30 ár eftir at Óli hevði tikið stóra lógvan um klokkukúlvin og ringt biðusløgini fyri fyrstu ferð. Og Óli ringdi eisini 46 ár eftir at hann hevði ringt fyrstu ferð og hetta var ein av seinastu ferðunum sum fastur klokkari, tí eftir tað hevur hann bert hendinga ferðina verið í torninum. Hann legði klokkarastarvið frá sær um aldarskiftið.
-Og hvør eri eg. Eg eri ein út av 15 systkjum, sum vóru fødd av mammu innan eitt 18 ára skeið. Vit eru tøtt. Og so eri eg av kirkjutænaraætt. Abbi mín Óla Hendrik var klokkari í 39 ár, eg havi verið longri enn hann. Langabbi mín var yvir 40 ár og mammubeiggi, Edward, var eisini kirkjutænari.
-Slektsmessiga eri eg hálvur fuglfirðingur og hálvur oyndfirðingur. Eg var nógv hjá Ábraham abba í Oyndarfirði, tá ið eg var barn og ungur.
-Eg haldi, eg kann siga, at eg havi verið glaður fyri at verið klokkari. Nú varð tað soleiðis, at eg gjørdist heimamaður. Eg fóru í snikkaralæru hjá mammubeiggja mínum Jákup Oluf Jacobsen, sum eisini varð kallaður Mester og var snikkari í eitt 40 ára skeið. Fyrst var verkstaðið í Fuglafirði, men í 1975 varð tað flutt á Kambsdal. Eg var eigari í virkinum tey seinastu árini. Og tað eru nógvar trappur og nógvir køkar her á leiðini, sum eg havi verið við at gjørt. Kanska var tað akkurát tí eg var heimamaður, at tænastan gjørdist so drúgv í kirkjuni.
-Sum tíggju ára gamal minnist eg at Christian 10 doyði, og tá var ringt við lít í øllum kirkjum í landinum í nógvar dagar. Tað varð ringt ein tíma fyrra part og ein tíma seinnapart, og klokkararnir máttu hava hjálp. Vit smádrongur vóru í torninum, meðan leikur fór fram.
-Eg havi verið nógvar tímar til arbeiðis í kirkjuni. Ein dagin í 1972 vóru tvær jarðarferðir sama dag og eitt barn hjá Edmund, bróðir, varð doypt eisini. Tá var eg í kirkjuni mest sum allan dagin. Tá var alt við hond.
-Gamla pípuurgan í gomlu kirkjuni í Fuglafirði, skuldi pumpast við hond. Vit pumpaðu luft upp í ein kassa og ein pinnur vísti, hvussu nógv luft var í kassanum. Eg hevði hetta starvið í eini tvey ár. Fyrr ringdu vit eisini til høgtíðir klokkan seks um morgunin, hetta er nú avlagt, sigur Óli Abrahamsen.
Óli er giftur við Sólrun og tey eiga tríggjar synir og fýra døtur. Og tað er vorðið til 18 barnabørn og tvey langabbabørn. Óli er uppkallaður beinleiðis eina ferð.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”