Ólavur Petersen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Ólavur Petersen hevur verið deknur í Argjakirkju. Og hann er eisini ein av okkara allarfyrstu mannligu sjúkrarøktarfrøðingum. Òlavur er føddur 7. august 1940.
-Eg eri føddur í Haldórsvík, har pápi var lærari. Pápi mín kallaist Olaf Sverri Petersen og var ættaður úr Saltnesi. Mamma var úr Tjørnuvík og kallaðist Susanne Katrina Olsen. Eg hevði samband við Tjørnuvík sum barn og eg var nógv í Saltnesi eisini. Eg var 12 ára gamal, tá íð vit fluttu á Argir at búgva, pápi hevði fingið starv sum lærari har.
-Tað eru deknar og kirkjutænarar annars í báðar ættir hjá mær. Tað liggur í familjuni. Eg bleiv biðin til dekn á Argjum í 1987 og tók við 1. januar 1988 og var í hesum starvi, til eg fór frá í desember 1999.
-Eg havi starvast innan heilsuverkið ella sjúkrahúsverkið. Eg var ávegis til at fara á læraraskúla, tá íð eg hoyrdi eina samrøðu í útvarpinum millum Niels Juel Arge, útvarpsstjóra og landslæknan, Hanus D. Joensen. Tá var upp á tal at fáa tey sálarsjúku heim aftur til Føroyar og landslæknin eftirlýsti starvsfólkum ella pleygarum til hesi. Og har vaknaði mín áhugi. Í desember 1964 varð eg útbúgvin á Diakonskúlanum í Århus sum sjúkrasystur, sum tað kallaðist tá.
-Eg flutti heim til Føroyar í 1976 og gjørdist deildarleiðari á Deild 8 á Landssjúkrahúsinum, sigur hann.
Í 1982 vóru Ólavur og konan Magny forstandarapar á Sjómansheiminum Lívd í Føroyingahavnini. Føroyingahavnin lat afturí 1984. Magny er ættað úr Sørvági.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.