Skriva út

Ólavur Magnussen

Ólavur Magnussen.jpg
Ólavur Magnussen
klokkari
Fríðrikskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ólavur Magnussen Úti í Forna á Nesi er av klokkaraætt. Og hann hevur verið fastur klokkari í Nes kirkju síðan á Mikkjalsmessu ella 29. september 1976 og síðan 1994 hevur hann verið klokkari í Fríðrikskirkjuni. Hann er føddur 17. januar 1953 og er lærari í Runavik. Og hann eri sini tann góði hirðin í Neshaga og hevur nógv um at vera nú mitt í lembing, meðan hendan samrøðan fer fram.

-Eg ringdi saman við abba mínum, sum eg eri uppkallaður eftir frá fyrst í sjeytiárunum og serliga á morgni. Eg minnist væl, tá ið Fríðrikur kongur doyði. Tá ringdu vit ein tíma á morgni og ein á kvøldið. Vit høvdu vatt í oyrunum, men tað sang allíkavæl illa í oyrunum aftan á, sigur hann.

-Klokkarastarvið hevur verið leingi í okkara familju. Eg eri sjeyndi maður í beinari linju, sum hevur verið klokkari í kirkjuni á Nesi. Eg eri sjeyndi maður av trøðni Úti í Forna, sum fyrr varð kallað Rossatrøðin. Eg varð biðin um at vera klokkari og eg segðið ja beinanvegin. Eg hevði fingið tað við móðurmjólkini. Báðir abbarnir hjá mær høvdu verið kirkjutænarar. Klokkararnir sita á næstaaftasta bonki í Nes Kirkju, tað er siður her úti, tí tá hevur klokkarin møguleika at fylgja við úthurðini. Langabbi mín sat í forkirkjuni sum bakvakt. Klokkarin hevur ábyrgd av at úthurðin er forsvarliga afturlatin, sigur hann.

-Í nýggju kirkjuni er alt øðrvísi. Her er alt automatiskt. Vit ringja í báðum kirkjum hvønn sunnudag. Vit ringja bara einaferð á Nesi hvønn sunnudag. Nakrar sunnudagar um árið eru vit í kirkju í gomlu kirkju, sigur hann.

-Fríðrikskirkjan er ríkiliga stór til tað dagliga, men til jarðarferðir er hon ordliga góð. Hon er somikið góð, at eg havi ongar ætlanir um at pensionerast sum klokkari.

- Eg havi verið glaður fyri at hava verið lærari. Eg átti onga familju í Runavík, og eg helt tað vera ein fyrimunur. Eg havi verið í arbeiði á sama stað alla tíðina.

Friðrikskirkjan er opin um summarið og verður vitjað.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.