Skriva út

Ólavur í Mittúni

Ólavur í Mittúni.jpg
Ólavur í Mittúni
deknur
Mikladals kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ólavur hevur ikki tilknýti til Mikladals. Hann býr í Klaksvík og  hóast tað, so hevur hann verið deknur í Mikladals kirkju eitt skifti. Tað er áhugin og hugurin at gera mun í andaligum arbeiði, sum hevur drivið verkið. Ólavur er føddur 17 mai 1948.

-Signhild Johannesen flutti til Klaksvíkar og tá manglaðu tey ein dekn í Mikladali. Og fólk ringdu til Niels Paula Danielsen, sum tá var prestur, og hann vísti á meg. Hetta hendi fyri nøkrum árum síðani. Eg hevði eisini verið deknur í Kunoyar kirkju onkuntíð, sigur Ólavur í Mittúni.

-Eg havi verið virkin í KFUM og vit hava eisini havt sangkór og tá eru vit eisini komin til Mikladals.

Ólavur hevur gjørt annað enn at hava verið kirkjutænari. Hann er útbúgvin maskinsmiður og hendan útbúgvingin hevur ført hann víða. Hann lærdi hjá smiðjuni Ídni, sum so nógvir aðrir norðoyingar og hendan smiðjan var ein klekingardepul fyri góðar smiðir.

-Eg havi verið fyristøðumaður á Sjómannsheiminum í Føroyingahavnini. Fyrst í 1968 og síðan aftur frá 1970-79. Hetta var ein góð tíð í Grønlandi, sum eg ofta hugsi aftur á, sigur hann og vísir á eitt teppið, sum hann knýtti vetrarhálvuna í Grønlandi.

-Hetta var eitt ítrív, sum vit høvdu, at knýta teppir. Konan knýtti eisini eitt. Ein av prinsessunum hevur teknað teppið, eg minnist ikki hvør, sigur hann.

-Árini eg arbeiddi í Føroyingahavnini hevði eg samband við fólk úr øllum bygdum í Føroyum. Eg var fýra vetrar í gomlu føroyingahavnini og passaði motorin, sum gjørdi streym til grønlendsku telefyritøkuni. Hon hevði ein samskiftisparabol standandi har.

Ólavur var giftur við Katrin, sum var dóttir Henry Andreassen, trúboðara og Hannu Andreassen. Hon er deyð. Tey eiga ein son, Hans Michael í Mittúni og dóttrina Jóhanna, sum býr í Norra. Ólavur eigur fimm abbasynir.

Ólavur býr einsamallur og er húsavørður á barnagørðum í Klaksvík saman við einum øðrum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.