Ólavur Hátún
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Ólavur Hátún man vera tann føroyingur, sum hevur havt eina mest týdning innan føroyskan tónleik seinastu mongu ártíggjuni og hyggja vit eftir avrikunum, átti hann at verið stoyptur í bronsu fyri langari tíð síðan, hóast hann er spilllivandi og virkin í samfelagnum enn. Og Ólavur hevur einaferð eisini verið organistur í Kvívík. Tað var beint eftir at Kári Petersen doyði av sjúku. Hann hevði verið organistur í Kvívíkar kirkju í fleiri ár og Ólavur avloysti hann. Ólavur er føddur 17 februar 1931.
Ólavur er kendur í Kvívík, í 1938 fluttu foreldrini úr Svínoy, tá var Ólavur sjey ára gamal og pápin Hjalmar Hátún gjørdist lærari í Kvívík.
-Eg kom at kenna Ívar sum smádrongur og eg haldi, at tað var vinskapurin við hann sum gjørdi at eg gjørdist organistur í Kvívík eitt skifti mong ár seinni. Nú spæli eg ikki longur, hendurnar hava fingið brek og hava spælt ta seinastu Tocato Fuga av Bach, sigur Ólavur og vísir kropnu hendurnar fram.
-Vit høvdu orgul heima í Svínoy og har byrjaði eg at læra meg at spæla. Men tað kom faktisk rættuliga seint í lívinum í lag, at eg fór at spæla orgul av álvara. Eg var lærari við Haldarsvíkar skúla í 1953-54 og tá spældi eg orgul har. Men eg kom ikki rættuliga fyri meg sum orgulspælari fyrr enn farið var undir at byggja Vesturkirkjuna í sjeytiárunum. Tá tók eg tann lítla orgulprøvan, sum Oddvør Johansen og Jóannes Nolsøe høvdu tikið. Tá vóru ongin útbúnir organistar í Føroyum, í dag er øðrvisi og betri.
-Í seksti árunum var eg á konservatoriunum í Keypmannahavn og tók kórleiðslu. Tá tók eg eisini tímar í orgulspæli. Her var ongin undirvísing í Føroyum og hevði eg møguleikan uttanlands, fekk eg orgulundirvísing frá orgulurmælingum.
-Tónleikurin hevur alt at siga fyri meg og um eg fekk møguleikan at liva lívið umaftur, tá hevði eg eisini valt tónleikin. Støðan í Føroyum í dag innan orgultónleik er munandi batnað. Vit eiga i dag nógvar góðar organistar og nógv góð orgul, sigur Ólavur Hátún.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”