Skriva út

Ólavur Eysturdal

Sankta Ólavs kirkjulið - Ólavur Eysturdal, deknur
Ólavur Eysturdal
deknur
Hans Egede Kirke

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ólavur Eysturdal er gudfrøðislesandi í Keypmannahavn og hann er eisini ein partur av føroyska kirkjuliðnum, Sankta Ólavs kirkjulið, sum í 2013 flutti úr Samuelskirkjuni í Hans Egede kirkjuna á Eysturbrúgv. Og her hevur Ólavur verið deknur. Hann er føddur tann 21 januar 1986. Hann hevur eisini verð kirkjusangari og stuðla organistinum. Tað eru fastir kirkjusangarar í føroysku kirkjuni í Keypmannahavn

-Føroyska kirkjan flutti í 2013 og tá var Bergur Jacobsen prestur. Eg var kirkjutænari og hetta var eg saman við Ebba Frederiksberg Petersen, sum er ættaður úr Klaksvík, eins og eg.

-Eg hevði loyst Berg Johannesen dekn av og so var starvið lýst leyst. Eg og Ebbe søktu og báðir fingu tað. Her í Danmark verður tað uppfatað sum eitt lønt starv at vera kirkjutænari, eisini í føroysku kirkjuni og oftast eru tað gudfrøðislesandi, sum manna hesi størv.

-Eg havi lisið gudfrøði niðri og havi tikið bachelour og eri nú farin undir kandidatin. Eg vil gerast prestur og onkuntíð ivist eg. Eg lati katólsku tankagongdina ráða. Eg fari har Gud sendir meg og tað eru kirkjur kring allan heim og eg verið neyvan arbeiðsleysur.

Ólavur hevur áhuga fyri tónleiki og hann spælir urgu onkuntíð.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”