Óla Bjørn við Stein
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Á heysti 1976 kom eg í starv á Dagblaðnum, eg skuldi læra at skriva. Eg var ógvuliga ósikkur og har vóru menn, sum høvdu møtt unglingum fyrr og teir sissaðu meg. Ein teirra var Óla Bjørn Viðstein, sum var ovasti fyri prentstøðini og hann hevði faktor sum starvsheiti. Hann var 51 ára gamal og okkurt óforandriligt er við honum, tí nú eg hitti hann aftur 94 ára gamlan, er hann lítið broyttur. Glimtið er í eygunum og tann gamli Óla Bjørn er har framvegis, hann kennir meg beinanvegin og vit práta, sum um at onki var hent øll hesi ár.
-Í 20 ár var eg kirkjutænari í Havnar kirkju, sum hon varð nevnd tá. Fyrst sum avloysari og síðan fast. Vit vóru tríggir. Jóhannus Álvheygg, Poul Sørensen og eg. Seinnu tíðina komu fleiri og tá fekk eg frí triðju hvørja viku, mær dámdi væl at vera kirkjutænari, sigur Óla Bjørn Viðstein.
-Eg kundi ikki fara til skips sum ungur, fekk sjóverk, kom eg út um Molan. Eg fór í prentaralæru á Dagblaðnum í oktober 1940. Vit vóru tríggir lærlingar, eg og Richard Næs og Niels Juel Háberg, teir vóru stásmenn og vit komu at arbeiða saman alt lívið. Eg var í 40 ár á Dagblaðnum. Men eg veit ikki, alt broyttist, blýggið hvarv og offsett kom inn, Gutenberg var útkonkureraður og so var heldur ikki meira pláss fyri mær, sigur Óla Bjørn Viðstein, har hann situr í hugnaligu stovuni við Hoydalsvegin. Ein abbadóttur býr inni hjá honum. Inni síggjast bøkur, sum hann hevur greitt úr hondum.
-Kona mín doyði í 2013. Hon var ættað av Húsum í Kalsoynni, Selma Viðstein. Vit hittust í KFUM og K, bæði vóru skótar. Vit fingu fýra synir og níggju barnabørn.
-Eg skal ikki klaga, árini eru nógv og heilsan er góð. Eitt sindur ilt í rygginum, serliga, tá íð tað er kalt í veðrinum, men eg gangi túr av og á. Nú komi eg ikki í KFUM longur. Eg ætli mær niður at vitja tveir synir, sum báðir búgva á Mors í næstum, abbadótturin, sum býr her, kemur við, sigur hann.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.