Skriva út

Øssur av Steinum

Øssur av Steinum.jpg
Øssur av Steinum
deknur
Kollafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Lærarar hava verið væl umboðaðir sum deknar í føroysku fólkakirkjuni. Fleiri grundir eru til tað. Teir eru skúlaðir og vanir at lesa upp og fyrr var tað eisini ein týðandi grundgeving, at teir eisin vóru heimamenn. Øssur av Steinum hevur verið deknur í Kollafjarðar kirkju seinastu tíggju árini. Hann hevur búð í Kollafirði meginpartin av lívinum og er føddur 8. juni í 1941.

-Tað var táverandi kirkjuráðsformaðurin Annfinn Dam sum spurdi meg. Eg helt, at hann heldur skuldi biðja konuna, tí hon sker betri í gjøgnum, eg eri heldur lágmæltur, men tað vildi hon ikki hoyra talan um, og eg eri deknur enn.

-Eg fór á Læraraskúla og tók prógv í 1964. Fyrst var eg lærari í tvey ár í Gøtu skúla og síðan fekk eg starv í Kollafirði. Her var eg heilt fram til eg gjørdist skúlastjóri í ALV skúlanum Við Áir.

-Eg eri ikki kollfirðingur, skilt á tann hátt, at ættin er higani. Pápi mín er av Velbastað og mamman av Sandi. Pápi mín gjørdist uppsitari á gamla amtslæknagarðinum á Heyggi. Tað er tann garðurin, sum Búnaðarstovan tók til Royndarstøð. Hesin garðurin varð í 1857 tikin og lagdur aftur at amtslæknaembætinum, skilt á tann hátt, at inntøkurnar av honum vóru ein partur av amtslæknalønini.

Øssur av Steinum er av kirkjutænaraætt. Abbin á Sandi og mammubeiggin vóru báðir kirkjutænarar og Øssur hevur verið við til at ringt nýggjárið inn á Sandi sum smádrongur.

-Sumt av tí, sum umsett er, fellur mær tungt at lesa í kirkjuni, men lestrarnir hjá Jákup Dahl eru ein frægd at lesa. Eg eri pensioneraður í dag og tíðin fer vit at lesa. Eg havi nakrar seyðir og gæs og eri formaður í Kiwanis. Eg fáist við at skriva, men tað kundi komið meira burtur úr, sigur Øssur av Steinum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.