Skriva út

Oddvør Johansen

Oddvør Johansen.jpg
Oddvør Johansen
organistur
Havnar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Oddvør Johansen er eitt navn, sum allarflestu føroyingar seta í samband við urguspæl. Hon hevur verið organistur í eitt mannaminni og er í løtuni vikarur í øllum kirkjunum í høvuðsstaðnum. Hon hevur verið høvuðsorganistur í Havnar kirkju í mong ár og nógv eru tey, sum hava lært at spæla urgu undir hennara kønu hond. Oddvør Johansen er fødd 30 oktober 1941.

-Tað er so langt síðan alt byrjaði. Eg og  Jóannes Nolsøe avloystu Miu Waagstein og Jóhan Johansen í Havnar kirkju. Hetta hevur verið í 1966. Vit høvdu 600 krónur í løn at býta okkara millum. Orgulið var rættuliga gamalt, bygt í 1839. Eg havi spælt við trimum orglum í Havnar kirkju, sigur Oddvør Johansen.

-Eg fór niður í 1973 at læra meira innan orgulspæl. Eg var niðri í 14 ár og fór at arbeiða sum organistur niðri. Í 1987 kom eg heim aftur og var organistur í Havnar kirkju í 17 ár út í eitt. Her hava verið fýra bispar í míni tíð. Fyrst Jákup Joensen, síðan Eivind Vilhelm, Hans Jacob Joensen og nú Jógvan Fríðriksson. Tveir teir fyrstu høvdu eisini heitið próstar.

-Lívið við tangentarnar byrjaði, tá eg var heilt ung og lærdi at spæla klaver hjá mostur míni, Rigmor Restorff og hetta hevur ført meg víða. Eg havi sitið eini fimm ferðir við  urguna, meðan tey kongaligu hava verið á vitjan í Føroyum. Eg havi eisini í fimm ár verið organistur í Hoyvíkar kirkju. Hetta er eitt spennandi lív, nú avloysi eg allastaðni.

Oddvør var gift við Kanny Sambleben, sála. Tey áttu trý børn saman og hann átti tvey frá fyrri giftu.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.