Skriva út
Oddur Ejdesgaard
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Oddur hevur nógvar bóltar í luftini. Hann er formaður fyri fótbóltsfelagnum EB/Streymur, hann er húsavørður hjá kommununi, hann hevur stóran áhuga í seyðinum í Miðhaga og hann er eisini klokkari. Hann hevur eisini nógv onnur áhugamál. Oddur luttekur í bygdalívinum á Eiði. Hann er føddur 29 august 1968.
-Tað manglaði ein klokkari og tá tók Nomi Høghamar, sála, við og tá íð hon flutti niður, tók eg við og eg eri enn. Eg helt meg ikki vera skikkaðan í fyrstuni, men nú dámar bara væl at vera klokkari. Hetta er ikki nakað torført arbeiði. Vit hava eina automatiska klokku og eg skal bert trýsta á knøttar. Eg tók við sum klokkar 1. Januar 2017, sigur Oddur Ejdesgaard.
-Tá ið eg havi vakt, syrgi eg fyri, at kirkjan er heit og fjálg, áðrenn gudstænastan byrjar, eg tendri eisini ljósini. Eg eri handverkari og er okkurt at tríva í, so geri eg tað eisini. Vit eru tríggir klokkarar. Vit hava frí í tveir mánaðir og eru tøkir í ein mána.
Oddur hevur verið nógv til skips. Hann hevur siglt í 15 ár við línubátum, eisini norskum. Hann er giftur við Guðrun Ejdesgaard. Hon er ættað út Oyndarfirði. Tey eiga tveir vaksnar synir.
-Eg kann siga, at eg eri uppvaksin í kirkjuni og tí var tað natúrligt at gerast kirkjutænari, ella soleiðis hugsaði eg, tá íð eg hevði lagt tað aftur um meg, um eg var egnaður ella ikki, sigur hann.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”