Skriva út
Oddmar Justinussen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Oddmar Justinussen er ein spildur nýggjur deknur í Gøtu kirkju. Hann er føddur 29 desember 1990 og er júst byrjaður at lesa.
-Tey ringdu til mín, tað var presturin Ove Brim, sum var í telefonini. Eg tók tað sum eina æru, heiður. Eg havi verið við í ungdómaarbeiðinum í Missiónshúsinum, eri ikki ókendur við andaligt arbeiði og tað er spennandi at fáa orðið út.
-Tað er spennandi at vera deknur, og eg føli, at hetta er nakað, sum eg fari at tíma. Eg eri ungur og kirkjan er ikki fyri ung. Tað er ikki tað allarstuttligasta at fara í kirkju. Kanska yngri kirkjutænarar fara at broyta hetta eitt sindur. Og hinvegin, kirkjan skal ikki lagast alt ov nógv til heimin. Kirkjan skal standa sterk og hon skal vera siðbundin. Tað hendir nógv í heiminum og tað er farligt, um kirkjan lagar seg ov nógv, sigur Oddmar Justinussen.
Oddmar lesur lívfrøði á Fróðskaparsetrinum. Hann býr heima hjá foreldrunum í Gøtu og koyrir í millum. Hann lesur á bachelorstigi.
-Tað ger ikki mína trúgv veikari, at lesa lívfrøði. Eg eri av tí áskoðan, at meira eg fái at vita um skaparverkið, tess størri gerst Gud. Og kanska gerst trúgvin og vissan enn størri júst av at lesa lívfrøði,sigur hann. Lívfrøðin í dag byggir á, at tað hendir ein menning allatíðina í náttúruni.