Skriva út
Niels Boje Christensen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Boje er klokkari í Kvívíkar kirkju. Hann kom til Føroyar í 1972, tá hann var inni og tænti herskyldu í danska herinum og hann skuldi vera níggju mánaðar í Føroyum. Hann hevur nú verið her í 43 ár. Og í hesi 43 árini hevur hann sitið í næstan sjey ár samanlagt inni í einum fjalli, í bunkaranum undir Sornfelli. Og danir kalla rúmið undir stóru kuplunum fyri bunkaran. Men fyrst eitt sindur um, hví Boje er klokkari í Kvívíkar kirkju.
-Eg hevði eitt almindiligt samband við kirkjuna, áðrenn eg kom til Føroyar. Eg eri føddur á einum bóndagarði í Vestursælandi. Eg var eitt ár í Sarajevu um aldarskiftið og tá eg kom heim aftur var tørvur á einum klokkara í Kvívík. Kirkjan er ein natúrligur partur av bygdarlívinum og í familjuni hjá konu míni hava altíð verið deknar og eg segði ja.
Boje er giftur við Eydnu og hon er úr Kvívík og har setti tey seg niður. Tey eiga tvey børn og fýra barnabørn.
-Eg byrjaði á lægsta stigi, tá ið eg kom til Føroyar og endaði sum seniorsergentur.
Virksemið hjá danska militerinum í Mjørkadali er steðgað og har er einki virksemi longur. Men tað vóru góð ár Boje hevði í hæddum.
-Inni í fjallinum vistu vit ikki hvussu veðrið var uttanfyri og tað kundi verða 270 kilometur um tíman av vindi, uttan at vit vistu av tí. Og vit vóru ofta veðurfastir, tí ikki var koyrandi niðan um veturin. Einaferð fór eg á vakt ein skírismorgun. Vit sluppu ikki oman aftur fyrr enn páskaleygarmorgun. Tað blivu til næstan sjey ár inni í Sornfelli tilsamans. Seinastu tíðina hevði eg eina serliga uppgávu at hava eftirlit við flogførunum hjá sjóverjuni.
Boje hevur eisini roynt seg sum borgarstjóra eitt skeið. Hann helt tað vera eitt áhugavert arbeiði.
-Nú eri eg pensioneraður og eg keði meg ikki. Koyri nógv á motorsúklu um summarið og takist við ymiskt, sigur hann.