Skriva út

Niclas Dávid Frits Sigurheim

Sandvík - Niclas Dávid Frits Sigurheim, deknur
Niclas Dávid Frits Sigurheim
deknur
Sandvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Niclas hevur verið deknur, síðan hann var blaðungur. Hann las inngangs - og útgangsbøn longu sum 16 ára gamal, og tá ið hann kom upp í tjúguni, las hann eisini lestur. Niclas er føddur 22. september 1961.

-Eg skiftist við Steingrim, sum var deknur í Sandvík, avloysti hann av og á. Hetta hevur borið til, tí eg eri heimamaður. Eg arbeiði hjá kommununi. Hvalba og Sandvík eru í einari kommunu, og mín arbeiðsdagur er í báðum bygdunum, sigur Niclas Sigurheim.

-Eg eiti Dávid Frits sum millumnavn. Eg eri uppkallaður eftir abbanun. Hann kallaðist fyri Dánjal. Men hann vildi ikki uppkallast, so tað bleiv til Dávid. Frits navnið kemur av, at eg var føddur fríggjadag, og so skuldi hesin eisini uppkallast. Eg havi ikki merkt nakað til, at eg eri føddur fríggjadag.

-Tað hevur fallið mær lætt at lisið í kirkjuni. Gamli lærarin hjá okkum, Jákup Olsen, sá týðuliga, at mær dámdi at lesa, og hann eggjaði mær til0. Eg leggi stóran dent á at fyrireika meg áðrenn lestrargudstænastu. Mær dámar ikki at koma ófyrireikaður í kirkju, tað skal lesast væl og virðiliga uppá, sigur hann.

Niclas er giftur við Maiken. Hon er ættað av Argjun. Tey eiga trý børn og tríggjar abbasynir.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.