Skriva út

Max Højgaard

Max Højgaard.jpg
Max Højgaard
organistur
Fríðrikskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Max er rituvíkingur, hann er bæði ættaður og uppvaksin í Rituvík og her steðgar søgan um Max í Rituvík. Hann er føddur 14. september 1950 og síðan hann giftist, hevur hann búð á Toftum og er í dag toftamaður at rokna.

-Vit giftust 1 mai 1977. Eg hevði møtt Leilu á Toftum fleiri ár framman undan og vit avgjørdu at seta okkum niður her. Eg havi arbeitt í mong ár innan byggivinnuna, havi verið við til ymiskt bori og anleggsarbeiði og tað er stór kontrast í at bora grót og at spæla eitt orgul.

-Eg veit ikki ordliga, hvussu tað bar til, at eg varð organistur, har var ein áhugi. Eg fór at læra orgulspæl hjá Kristian Hammer á Glyvrum. Har hava nógv lært. Hann spældi eftir nótum og tað vildi eg eisini læra. Eg var heilt besettur eftir at læra nótarnar.  Konan fór niður á bíbliuskúla í 1973 og eg fór við og fekk orgulundirvísing. Eg havi ikki stóra teoretiska vitan um orgul, men eg havi verið íðin av venja, sigur Max Højgaard.

-Útiarbeiði og at spæla orgul hóskar kanska ikki for væl saman. Eg eri ofta for móður at venja um kvøldarnar. Eg lurti nógv eftir tónleiki, dámi væl klassiskan tónleik og serliga har tað skiftist millum tað ljósa og tað tunga. Bach er eitt stórt navn í mínum hugaheimi.

Max gjørdist organistur í Nes kirkju í 1981. Hann skiftist við Jónsvein Petersen næstu tíggju árini. Frá 1991 og fram til 1997 var Max organistur í Fuglafjarðar kirkju og síðan 1997 hevur hann verið organistur í Fríðrikskirkjuni triðju hvørja viku. Annars avloysir hann sum urguleikari í Eysturoynni.

Tað kann vera eitt sindur tilvildarligt, hvussu lagar seg. Knappliga var Max á fjarritaraskúla í Klaksvík.

-Um hetta var lítið umhugsað, veit eg ikki, men tað bleiv soleiðis. Eg sigldi sum fjarritari frá 1974 og fram til 1979. Eg var við einum donskum gasstangaskipi. Mín fyrsta ferð var úr Føroyum og til Brasil við eini last av flúgvarabensini. Eg veit ikki hvussu eg treivst, men eg minnist, at teir fyrstu dagarnir vóru forferdiligur, tá tú skuldi vera mynstraður teir næstu fimm mánaðarnar, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.