Marjun Olsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Marjun Olsen er vestmenningur, fødd og uppvaksin í Vestmanna og gift á Tvøroyri. Hon er deknur í Tvøroyrar kirkju og tað hevur hon verið seinastu árini. Marjun er gift við Andrias Olsen og tey búgva í Líðini. Hon er fødd 8 november 1951.
-Eg sá fyrstu ferð mannin í Danmark, síðan hittust vit á ólavsøku í Havn og í 1977 flutti eg suður at búgva. Vit hava verið saman síðani. Eg havi verið sjúkrahjálpari og havi eisini starvst sum dagrøktarleiðari, sigur Marjun Olsen
-Politikkur hevur verið ein partur av mínum lívi. Tá íð eg kom heim aftur í 1974 sum útbúgvin sjúkrahjálpari, kom eg í fakpolitikk og síðan tá havi eg tikið ábyrgd. Eg havi sitið tvær setur í býráðnum á Tvøroyri. Fyrst frá 2004-2008 og aftur í seinastu setu. Pápi mín Agnar Nielsen hevur verið politikkari, men tað hevur einki við mín uppvøkstur, at eg eri vorðin politikkari at gera. Eg var vaksin, áðrenn pápi fór upp í politikk.
-Eg havi trivist í Suðuroy. Mamma mín er úr Vági og eg havi ferðast til Suðuroyar, síðan eg var smágenta.
-Eg varð biðin um at gerast deknur og segði ja. Eg hugsaði, at eg var í kirkju, og so kundi eg tað sama taka ábyrgd. Eg haldi ikki, at vikan er merkt av tí, at eg skal lesa lestur sunnudagar. Eg lesi uppá gjøgnum vikuna og altíð sunnumorgun og síðan fari eg til gudstænastuna. Viðhvørt er ringt at velja lestrar, summir eru ov fløkjasligir til at lesa.
-Vit eiga eina dóttir og hava fingi fýra barnabørn og eitt langbarnabarn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.