Skriva út

Marius Thomas Rein

marius Rein.jpg
Marius Thomas Rein
deknur
Havnar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

-At vera biðin til dekn í Havnar kirkju, er sum at fáa ein riddarakross frá Drotningini og eg segði ja upp á standandi fót, sigur Marius Thomas Rein, sum í 2008 tók við starvinum sum deknur í Dómkirkjuni, íð fyri hann framvegis eisini er Havnar kirkja.

-Tað var Ása Justinussen, kirkjuráðsformaður, sum spurdi meg og her var einki at ivast í. Eg eri uppvaksin í Havnar kirkju, havi gingið her síðan eg var smádrongur og her kenni eg meg heima. Eg var glaður fyri at vera biðin, sigur Marius Rein.

Og Marius Rein er knýttur til føroyskar gudsstænastur á annað hátt eisini. Hann starvaðist í mong ár sum teknikkari í Útvarpinum og var við til at taka nógvar gudstænastur upp kring landið, heilt aftur til hann var settur í starv í 1960.

-Ta fyrstu tíðina vóru útvarpsgudstænasturnar mest í Suðurstreym og inni í Eysturoynni. Tóku vit upp í Suðri, prædikaði prestur forskotið í tekstarøðini, eina viku fram. Tað var ikki fyrr enn í 1984, at útvarpið fór at senda beinleiðis frá gudstænastum, áðrenn vóru allar bandaðar og sendar klokkan fimm sunnudagar. Eg havi enntá upplivað at verið veðurfastur í Mykinesi í samband við upptøku av gudstænastu,  sigur Marius Rein.

-Í Havnar kirkju er tað rættuliga sjálvdan, at  brúk er fyri dekni til deknagudstænastur, har er vanliga altíð prestur. Tó er fastur lestur einaferð um árið, tað er nýggjársmorgun og tá er altíð gudstænasta um kvøldið við altargongd. Teir lestrarnar mær dámar allarbest, eru teir hjá Jákup Dahl. Hann hevur so vælsignað og gott mál.

Marius er giftur við Kristionnu, sum er ættað úr Klaksvík. Tey hava verið gift í yvir 50 ár, giftust í 1965 og tey hava fingið trý børn, Dánial, Janus og Annu og seks barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.