Skriva út

Marita Djurhuus Hansen

Marita Djurhuus Hansen, deknur.jpg
Marita Djurhuus Hansen
deknur
Bønhúsið í Søldarfirði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Marita Djurhuus Hansen var deknur í bønhúsinum í Søldarfirði í eitt tíggju ára skeið frá 1999-2009. Hon sigur seg vera ein ektaðan søldfirðing. Bæði foreldrini eru úr bygdini.  Sum smágenta  búði hon í Havn og nakað sum vaksin og síðan hevur hon verið í Søldarfirði. Marita er fødd 30. januar 1952 og hon er longu langomma.

-Eg kendi meg eitt sindur útbrendan og gavst, tá ið eg hevði verið deknur í 10 ár. Eg hevði trupulleikar við stemmubondunum.

-Tá íð eg var barn, fóru vit hvønn einasta sunnudag í bønhúsið á lestur, sum vit siga í Søldarfirði. Tá ið eg var barn, var tað Óli lærarin, sum var deknur. Her í Søldarfirði er deknastarvið altíð verið forbundið við læraran fyrr, sigur Marita Djurhuus Hansen.

-Eg ivaðist, tá íð eg var spurd, um eg vildi gerast deknur. Eg ivaðist um eg dugdi og um eg var nóg góð til at lesa. Eg hugsaði meg um, spurdi mannin og so var eg deknur. Maðurin eitur Torbjørn Hjelm Hansen, er føddur fuglfirðingur, men uppvaksin í Leynum. Mamma hansara doyði, tá íð hann var tvey ára gamal. Vit eiga fýra børn, seks barnabørn og eitt langbarnabarn.

-Tað er fantastiskt at vera langomma. Eg minnist mína langommu, hon lá bara sum eitt deytt í songini, ógvuliga gomul. Eg gjørdist so ung langomma og eg havi nógva orku. Tað er líka stuttligt at gerast langomma sum at gerast omma.

-Eg havi verið lítið heimagangandi. Eri skrivstovukvinna og havi seinastu 20 árini arbeitt á skrivstovuni í fyrtøkuni sum beiggji mín Petur Eirik stovnaði og sum eigur PE Handlarnar. Handilsvinna er ikki nýggj í okkara familju. Abbi mín kallaðist Petur Weihe og hann hevði handil og skip í Søldarfirði. Mín familja lat upp ein tann fyrsta sjálvtøkuhandilin í landinum í Søldarfirði, hetta var í sekstiárunum í farnu øld og vit búgva í gamla handlinum, sum langabbi mín, Hans Petur Weihe bygdi, sigur hon. (Samrøðan varð gjørd í februar 2016).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.