Skriva út

Marianna Simonsen

Marianna Simonsen.jpg
Marianna Simonsen
deknur
Miðvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Marianna hevur verið avloysaradeknum Í Miðvágs kirkju seinast góðu 30 árini og er tað enn. Marianna Simonsen er pensioneraður lærari og er fødd 15. august 1949.

-Eg havi verið avloysari øll árini. Eg byrjaði í áttatiárunum í farnu øld. Tey manglaðu ein dekn og eg varð biðin. Eg var fyrsta kvinna, sum var deknur í Miðvág, hetta vóru nýggjar leiðir at ganga og eg var fyri tað allarmesta avloysari. Onkuntið havi eg verið fast í nakrar mánaðir, um onkur hevur verið leingi frá. Eg hugsaði, at deknastarvið í síni heild var somikið bundið, at eg kundi hjálpa teimum føstu deknunum, sigur Marianna Simonsen.

Marianna er gift við Erling Simonsen, sum er klokkari í kirkjuni. Tey eiga ein son og tvey barnabørn og tey søgdu ja til hvønn annan í 1972.

-Eg havi verið glað fyri at verið lærari. Tá íð eg gekk á læraraskúla tók útbúgvin fimm ár. Eitt ára fyrireiking og síðan fýra ár. Vit gingu eitt ár, har byráðsskrivstovan í Havn er í dag ella í gamla kommunuskúlanum og síðan fýra ár á Føroya Læraraskúla. Tað var stuttligt at koma til Havnar. Vit gingu í skúla leygardag og so høvdu vit tað, sum varð kallað fyri Mánanslóg. Tað merkti, at var ongin frídagur í einum mána, so fekk man ein frídag í næsta mána. Vit ferðast ikki heim í vanligari viku, bara tá ið vit høvdu feriu. Oljukreppan gjørdi, at vit fingu frí longu fríggjadag, tað var ein stór broyting.

-Eg havi verið í kommunalpolitikki í 12 ár og verið borgarstjóri i Miðvágskommunu í árunum 1992-1996. Eg tók við sessinum, tí  bygdaráðsformaðurin fór av landinum at arbeiða. Hetta var mitt í herviligu búskaparligur kreppuni.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.