Skriva út

Mariann Poulsen

Sjógv - Mariann Poulsen, deknur
Mariann Poulsen
deknur
Sjóvar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Mariann Poulsen er fødd 20 juli 1975. Hon er gift við Poul Jákup Poulsen, tey eiga fýra børn og búgva á Strondum. Hetta er tann stutta søgan um Mariann, og ein eitt sindur longri kemur nú.

Umframt at vera kvinna, kona og mamma er Mariann eisini deknur í Sjóvar Kirkju. Hon hevur helvtina av einum deknastarvi har og lesur triðjuhvørja viku. 

    -Eg havi altíð verið leidd í kirkjuna. Eg havi gingið í kirkju næstan hvønn sunnudag, síðan eg var fødd. Kirkjan er eitt serligt heim fyri meg. Venindurnar og eg gingu nógv í kirkju og á møti. Fyri meg er gudstænastan hátíðarlig og eg fái nógv burtur úr sálmunum, bæði løgum og teksti. Fyri meg er tað gott at koma heim í Sjóvar í kirkju. 

    -Eg veit ikki, um tað er tíðin ella aldurin, men tað er sjálvdan trupulleiki at fáa børn á sunnudagsskúla, men verri gongst, tá ið tey koma í tannárini. Eg veit tað av royndum, eigi tvær døtur, sum eru 15 og 17 ár. 

    -Eg veit ikki, um tað er meiningin í hesi greinini, men eg havi so nógv gott at siga um kirkjuna. Kirkjan gevur mær nakað at hugsa um. Tað kann vera ein regla, eitt ørindi, eitt lag. Tað hevur týdning fyri meg at heilsa uppá fólk, eisini kirkjuliðið, eg gleðist yvir góða felagsskapin og eg gleðist yvir glað børn. Og nýggja kirkjuhúsið gera umstøðurnar munandi betri. Tá vit hava kirkjukaffi einaferð um mánaðin er rættur høgtiðsdámur, kanska skuldi vit havt kirkjukaffi hvønn sunnudag. 

    -Tað er stórur munur á at lesa lestur og vera vanligur kirkjugangari. Eg dugi illa at lýsa tað, men eg kenni tað innan í mær sjálvum, tí eg havi roynt bæði. Tey siga, at eg dugi at lesa.

Deknurin fram um vanliga kirkjugangaran hevur nógv at minnast til undir gudstænastuni og hetta kann vera eitt sindur torført í fyrstuni, kanska serliga tí, at eg ikki eri nakað systemmenniskja. Eitt nú skal eg minnast til at telja, hvussu nógv fólk eru í kirkju, og hetta verður ført inn í bók hvønn sunnudag. 

    -Enn eri eg avloysari og eg hevði einki havt í móti, at verið fastur deknur í Sjóvar Kirkju, sigur Mariann Poulsen.