Maria Henriette Nordendal Petersen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Eg havi spælt orgul heima, síðan eg var barn. Vit høvdu eitt harmonium heima. Orðini eigur 78 ára gamla Maria Henriette Nordendal Petersen úr Sandavági. Hon er fødd 3 mars 1938.
-Eg fór niður sum ung at lesa til sjúkrasystur og tá luttók eg beinanvegin í kirkjulívinum. Eg bæði sang og spældi orgul. Eg eri úr Sandavági og eg var 11 ár í Danmark, og síðan havi eg verið í heimbygdini. Eftirnavnið stavar frá Eiði og er danski formurin við staðarnavninum Norðuri á Dal. Ein danskur prestur fekk snikkað hetta til Nordendal. Abbi mín var av Eiði, systir mín Kristianna, sum gjørdist lækni, ber eisini hetta eftirnavnið.
-Eg byrjaði at spæla í kirkjuni í Sandavági fyrst í sjeytiárunum í farnu øld. Maður mín, Sigurd Petersen, sum var skúlastjóri í Sandavági fór á ársskeið á Danmarks Lærerhøjskole og eg fór niður við. Eg tók tann lítla orgulprøvan á Zahle seminarium í Keypmannahavn í 1975.
-Eg tók útbúgving sum sjúkrasystir og sum heilsusjúkrasystir og var í mong ár heilsusjúkrasystur fyri alla Vágoynna. Eg kendi hvørt einasta barn í Vágum ella visti um tey. Eg og Sigurd fingu eina dóttur og hon eigur trý børn, enn eri eg ikki vorðin langomma, sigur Maria.
-Mær dámar framvegis væl at spæla. Orgulið í Sandavágskirkju í dag er frá 1991. Eitt Fobenius orgul. Tað er stórur munur á tí gamla og hesum. Hitt gamla var eitt brúkt orgul, tá ið vit fingu tað, hetta var spildurnýtt.
-Eg eri einkja í dag og tað var rættuliga undarligt í fyrstuni, tá íð Sigurd var farin. Vit vistu, at tað fór at henda. Vit høvdu verið saman í 48 ár og hóast tað, var tað undarligt. Hann var 13 ár eldri enn eg, sigur hon.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.