Mannbjørn Vang
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Tríggjar mánaðar um árið vekir Mannbjørg Vang miðvingar sunnumorgun. Hesar mánaðarnar hevur hann ábyrgdina av, at kirkjuklokkan ringir. Nú er alt automatiskt og hann skal einki gera í torninum, sjálvt lúkurnar fara upp av sær sjálvum. Men hann hevur ábyrgdina og tí kann hann kalla seg klokkara. Mannbjørn Vang er føddur 13. november 1945, beint eftir kríggslok og meðan Vágoyggin enn var ein hernaðarfestningur.
-Foreldrini vóru niðri undir krígnum. Eg eri uppvaksin í Miðvági í býlinginum Í Húsi. Hetta er beint viðsíðuna av prestagarðinum. Tað eru ikki kirkjutænarar í okkara familju, men pápi mín var formaður í kirkjuráðnum í mong ár. Ása Rasmussen úr kirkjuráðnum heitti á meg um at gerast klokkari. Eg játtaði upp á standandi fót, eg gekk í kirkju av og á allíkavæl. Vit eru fýra sum skiftast og tað førir við sær, at eg havi ábyrgd tríggjar mánaðir um árið av torninum, sigur Mannbjørn Vang.
-Eg eri útbúgvin maskinmeistari. Er lærdi fyrst til elektrikara hjá pápa mínum Albin Vang. Síðan fór eg eitt ár í smiðjulæru hjá J&K Joensen, áðrenn eg fór á maskinmeistaraskúla í árunum 1972-1975.
-Eg sigldi fyrst í danska handilsflotanum og síðan var eg í sjey ár í Grønlandi hjá KGH. Síðan fekk eg starv hjá SEV og var har til eg fór frá vegna aldur.
Meðan Mannbjørn hevur arbeitt á landi hevur hann verið røktingarmaður í mong harrans ár, ella nærri roknað í heili 25 ár. Hetta hevur ligið í familjuni og bæði pápin og abbin vóru røktingarmenn. Hann hevur verið seyðamaður í haganum Tjørnudalsegg norðanfyri Vatnsoyrar.
-Eg haldi, at hetta liggur í genunum. Áhugin fyri seyði er viðføddur áhugi og hevur onki at gera við um tað loysir seg, og um tú fær løn fyri strevið. Eg eri bitin av at síggja slektskapin millum seyð. Hetta at sleppa undan seyði, sum hevur glarfiti, fyri at fáa glarfiti er áhugavert og eisini at takast við bjargaseyð.
Mannbjørn er giftur við Nicolinu og tey eiga fýra børn, tvey av hvørjum. Tey hava fingið níggju barnabørn og eitt langbarnabarn. Tey giftust í 1967.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.