Skriva út

Magnus Pauli Dahl-Olsen

Magnus P. Dahl.jpg
Magnus Pauli Dahl-Olsen
urgupassari
Saksunar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Í Saksun búgva bara seks fólk og har er einans gudstænasta nakrar fáar ferðir um árið. Tað hevur tað verið í mong ár. Í Saksun er bara gudstænasta, tá ið prestur er. Har er ongin deknagudstænasta longur, men soleiðis var ikki í gomlum døgum.

Magnus Pauli Dahl-Olsen passar urguna, tá ið gudstænasta er í Saksun. Kirkjan í Saksun hevur seinastu árini fingið eina nýmótans urgu, har sálmarnir eru innspældir og harvið verður organisturin spardur.

-Talan er um eitt orgul, sum er programmerað og sama sálmasavn, sum er í urguni í Gjáar kirkju, er at finna í Saksun, tað er Hans Erland í Brekkunum, sum hevur spælt sálmarnar inn. Hetta orgulið kom um aldarskiftið, sigur Magnus Pauli, sum vanliga verður nevndur Maggi.

-Men eg búgvi ikki longur í Saksum, eg eri fluttur til Streymnesar og tí eri eg í ferð við at siga urguansarastarvið frá mær.

-Tað búgva einans seks fólk í Saksun. Tá ið eg var barn, var gudstænasta fast seks ferðir um árið og hetta var høgtíðsdagar. Í dag royna vit at halda siðin og royna at hava gudstænastu, tá ið fólk eru í summarhúsunum um summarið og eitt nú á hvítusunnu. Men tað er einki fólk eftir í bygdini. Tá ið eg var barn, vóru fleiri børn í bygdini. Nú er ongin eftir, tað einasta sum er eftir er landbúnaðurin og Saksun hevur altíð verið ein búnaðarbygd.

-Eg var bóndi á Kvíggjarhamri í Saksun í 20 ár. Í dag havi eg egið virkið við jarn og betong. Nú eri eg fluttur til heimbygdina hjá konuni. Vit eiga trý børn, tveir synir og eina dóttir. Tey eru fimm, 14 og 16 ára gomul.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.