Magnus Heinason
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Tá ið gøtumenn hoyra navnið Magnus Heinason, skal tað vera merkiligt, um ikki ein klokka ringir. Magnus Heinason hevur verið klokkari so leingi sum nakar vaksin gøtumaður minnist og forfedrarnir hjá gøtufólki tosaði eisini um kirkjutænarar í Súnastovu. Magnus er ikki nakar ungur maður i dag. Hann hevur verið gøtumaður at rokna heilt aftur til 13 juli 1938, tá í hann lá vátur og reyður í føvninginum á mammu síni og hugsaði um mjólk og hita.
-Klokkarastarvið hevur verið í okkara húsi. Pápi Mín Heini Heinesen úr Súnastovu var klokkari sum ungur og stendur skrivaður sum klokkari og organistur í kirkjubókum. Pápi mín og Høgni Zachariassen skiftust um at vera klokkarar og organistar. Í mong ár var bæði klokkaratænastan og urguspælið í kirkjuni úr okkara húsi. Tá ið pápi skuldi spæla, fór eg sum elsti sonur at ringja. Eg var um 13 ár, tá ið eg byrjaði. Teir yngru beiggjarnir ringdu eisini viðhvørt. Eg havi verið fastur klokkari í 60 ár og tað eru nøkur og 60 ár síðan eg ringdi fyrstu ferð, sigur Magnus Heinason.
Magnus er dekoreraður, hann hevur fingið fortjenstmedalju frá hennara hátign Drotningini fyri trúgva tænastu.
-Eg havi ongantíð hongt medaljuna upp á meg. Pápi fekk eisini fortjenstmedalju. Eg havi verið klokkari í mong ár einsamallur í gomlu kirkju og heilt upp til vit fingu nýggju kirkjuna í 1995. Nú eri eg hjálparklokkari. Eg havi verið glaður fyri tænastuna í kirkjuni og havi gjørt hetta arbeiðið við gleði alt mítt lív. Og tað var stórur munur á at vera klokkari í gomlu kirkju og í nýggju. Eg minnist fyrr í gomlu kirkju, at eg kundi vera ringur av gø aftan á páskirnar, tá var ringt við hond og í opnum torni. Nú eru tað bara knøttar at trýsta á og tú kemur ikki nærhendis klokkunum.
Magnus hevur verið handverkari alt lívið. Eitt ár til skips, men hann visti alla tíðina, at tað var hondverkari, hann vildi vera. Hann hevur arbeitt sum elektrikari. Konan eitur Judith og er av Oyrabakka. Tey eiga trý børn, eina gentu og tveir dreingir. Og tey hava fingið fimm barnabørn, har av tann eina fyllir 18 í dag.
Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”