Magnus Eliassen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Magnus Eliassen er mikladalsmaður og býr í Mikladali og hann er av eini kirkjutænarafamilju. Hann er føddur 17. november 1965.
-Eg eri framvegis organistur í Mikladals kirkju. Eg havi altíð verið interesseraður fyri kirkjuni og kirkjuligum arbeiði. Og eg var ungur, tá íð eg gjørdist kirkjutænari. Pápi, Eivind Eliassen, var virkin í kirkjuni og í 1991 spurdi hann meg, um eg vildi læra meg at ringja. Frá 1992 og fram til 2012 havi eg verið klokkari og frá 2012 og fram til dagin í dag, havi eg verið organistur í kirkjuni, sigur Magnus Eliassen.
-At spæla orgul, hevur havt mín áhuga, síðan eg var drongur. Pápi keypti eitt stovuorgul við tveimum manualum, tá íð eg var 11 ára gamal. Eyðun, beiggi mín, sum er bóndi og býr á Trøllanesi, legði mær lag á. Eg spæli eisini guitar.
-Eg havi ongantíð lært at spæla ordiliga, alt er eftir gehør. Tað er eitt sindur handikappað ikki at spæla eftir nótum, serliga sálmum við moll, men eg royni sum frægast.
Magnus hevur arbeitt hjá landinum og hevur verið meira inni í myrkum tunnlum enn tey flestu. Hann byrjaði í Trøllanestunnlinum, sum varð liðugur í 1985.
-Í dag koyri eg dumpara hjá byggifelagnum J&K Petersen. Tað er eitt gott arbeiðspláss, sigur hann.
-Eg búgvi í barndómsheiminum saman við systur míni. Eg eri jarðarleysur, men hjálpi beiggja mínum Eyðun, sum er bóndi og hevur nógva jørð. Og fríðtíðin fer frammanfyri telduna.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.