Skriva út

Ludvik Johannesen

Ludvig Johannesen.jpg
Ludvik Johannesen
klokkari
Dals kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ludvik arbeiðir á flakavirkinum í Skopun og býr í Dali og hann er avloysari sum klokkari, tá teir føstu klokkararnir hava forfall. Ludvík er føddur 23. oktober 1992.

-Her er gott at búgva í Dali, her havi eg alla familjuna rundan um meg. Men eg rokni ikki við, at eg verið búgvandi her altíð, sigur Ludvik Johannesen.

-Eg havi verið í skjótt seks ár á Sandoy Seafood í Skopun. Mær dámar væl fiskaarbeiði. Tað er ikki vorðið til nakra útbúgving enn. Eg eri einsamallur, havi bil og eru sjálvdan av oynni, sigur Ludvig Johannesen.

-Eg havi verið til skips, men tað dámdi mær ikki nakað serligt, tí fór eg í land aftur. Mær dámar munandi betri at arbeiða á landi.

-Tað er ikki so galið at vera klokkari, eg havi ringt síðan eg var heilt ungur. Um Sjúrður Nolsøe hevur forfall, tá ringi eg fyri hann.

-Eg geri tað sama sum øll hini í Dali. Eg hjálpi til við seyðnum, her hava øll seyð. Mær dámar væl at vera í haganum og eisini at ganga í brattlendi. Her er vítt um at fara og tað er nógv arbeiði í haganum gjøgnum árið. Vit reka fleiri ferðir.

-Og so eri eg hopleysur at hyggja eftir fótbólti. Eg fylgi við í útlendskum kappingum í sjónvarpinum. Og haldi, at tað er sera spennandi at hyggja eftir góðum fótbólti í sjónvarpinum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.