Skriva út

Lillian Clementsen

Lillian Clementsen.jpg
Lillian Clementsen
deknur
Sands kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Lillian Clementsen er deknur í Sands kirkju og tað hevur hon verið í nøkur ár, síðan 2010 nærri roknað. Lillian er sandoyarfólk, uppvaksin í oynni og hevur virkað her alt sítt lív sum kona, mamma og lærari. Hon er fødd 8. juli 1968.

-Annfinnur í Soylu, bakarin og kirkjuráðsformaðurin tá spurdi meg, um eg vildi gerast deknur og eg svaraði, at tað kundi eg gott. Eg hugsaði meg ikki serliga nógv um, tað fall mær heilt natúrligt at siga ja. Eg eri útbúgvin lærari og sum lærari eri eg von at snakka fyri nógvum fólki. Men eg var spent í fyrstuni. Vit eru væl mannaði við deknum í dag, vit eru fýra og tí kennist tað ikki so bundið, sigur Lillian Clementsen.

-Kirkjan hevur framtíð. Tey ungu eru ikki so nógv at síggja í kirkjuni og tað er natúrligt. Tá íð ein kemur í ein ávísan aldur, fær kirkjan aftur týdning og tí eru vaksin og eldri fólk oftari at síggja millum kirkjugangararnar. Tú kemur aftur í kirkjuna, tá ið tú eldist. Vit síggja tað, til vanligar sunnudagar er miðalaldurin høgur.

-Eg eri lærari, tí mær dámar at vera saman við børnum. Og hetta er orsøkin til, at eg framvegis eri lærari í barnaskúlanum. Nógvir lærarar útbúgva seg út úr skúlanum, tað havi eg ikki havt hug til enn. Eg havi verið lærari á Sandi allatíðina.

Lillian er gift við Eli Hentze og tey eiga trý børn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.