Skriva út
Lilian Kjærbo
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Lilian Kjærbo býr í Sumba, hon er eisini sumbingur og hon er deknur í kirkjuni. Lilian er laborantur og virksemið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri ger, at hon hevur fast starv á góðskueftirlitinum á hesum framkomna uppisjóvarvirki. Liljan er fødd 30 januar 1974.
-Eg varð biðin til dekn av kirkjuráðsformanninum Dánjal Johan Lisberg og eg haldi, at eg segði ja beinanvegin. Hetta er eitt áhugavert starv. Tað er góður boðskapur at bera kirkjufólkinum gjøgnum lestrarnar.
-Eg betrakti ikki meg sjálvan sum serliga trúgvandi, men hetta eru góð orð at bera øðrum og eg kenni hetta eisini sum stóra ábyrgd. Eg eri ikki fastur deknur í dag, men eri tøk, um ástendur, sigur Lilian Kjærbo.
-Eg trívist í Sumba, her er mín familja, her hoyri eg heima. Eg var bangin fyri at binda meg í Danmark, tá ið eg læs, tí eg visti inni í mær sjálvum, at eg vildi búgva í Sumba. Eg var serliga bangin fyri, at børnini blivu rótføst í danska samfelagnum, at tað fór at vera torført at flyta heim aftur. Her er ein stórur partur av míni familju. Vit eru seks systkin, tríggjar systrar búgva í Sumba og ein beiggi býr í Vági. Eina tíð var ongin av okkum systkjunum í Sumba. Mamma og pápi liva ikki saman longur. Pápi er sumbingur og hann býr í Danmark. Mamma er ættað av Skála og hon er flutt aftur til heimbygdina.
-Sjálv eri eg gifti við Trygva Nielsen, hann er sumbingur. Vit eiga trý børn.