Lennard Myllhamar
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Lennard Myllhamar er sandavágsingur og hann er fastur organistur í Sørvágs kirkju. Lennard er føddur 10. desember 1979.
-Eg eri rættuliga nýggjur í Sørvágs kirkju. Spældi fyrstu ferð annan jóladag í 2018. Eg eri fyrst og fremst sjálvlærdur og síðan havi eg tikið nakrar tímar hjá Gudmund Mortensen, sum er organistur í dómkirkjuni, sum Havnar kirkja nú verður kallað, sigur Lennard Mylnhamar.
-Eg havi altíð spælt orgul. Orgul var heima hjá okkum. Bjarki, mammubeiggi mín er organistur og hann plagdi eisini at koma at venja meg. Annars havi eg eisini roynt at vant í kirkjuni í Sandavági, sigur hann.
-Sørvingar vilja syngja lágt, helst ein hálvan ella heilan tóna lægri enn vanligt er. Men tað ber ikki altíð til at fara so lágt, ringt at finna nótarnar til tað, sigur hann.
-Tað var ein tilfeldigheit, at eg gjørdist organistur í Sørvági. Onkur spurdi meg, eg hevði einki tilknýti til Sørvágs. Gamli organisturin í Sørvági, Diaba, orkaði ikki meira, knøini vóru gingin fyri.
Lennard arbeiðir hjá Vága kommuni og býr í Sandavági og hann er fegin um arbeiðið í kommununi, tað er ein gleði bundin at tí.
Lennard hevur bygt í Sandavági. Hann er giftur við Fíu, sum er úr Havn og tey eiga tvey børn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.