Skriva út

Leivur Arnold Andreassen

Húsar - Leivur Arnold Andreassen, Klokkari
Leivur Arnold Andreassen
Klokkari
Húsa kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eg plagdi at vera klokkari sum ungur á Húsum. Eg var klokkari fyri teir, sum vóru burtur. Har var so lítið av fólki, men tað skuldi ringjast allíkavæl. Á Húsum var gott at vaksa upp. Tá hevði eg ikki tonkt mær at búð nakra aðrastaðni í verðini. Men eg fór at rógva út í Klaksvík, og tá var tað ein fyrimunur at búgva í Klaksvík. Vit bygdu hús her á Garðavegi, flutti inn í januar 1957 og her búgvi eg enn. Grannin hjá okkum Jens Juel Sólbjørg úr Kunoy, flutti inn um somu tíð, sigur Leivur Arnold Andreasen, sum er føddur 15. februar 1930.

-Kona mín var av Trøllanesi. Hon kallaðist Amanda Wolles og er stutt síðani deyð. Vit møttust í einum stórum brúdleypi í Mikladali, har øll oyggin var boðin. Vit høvdu eitt langt lív saman og seinastu árini hjá henni vóru tung á Røktarheiminum. Eg var trý ár eldri, hon var 85, tá ið hon doyði. Vit høvdu diamantbrúdleyp. Sonur mín, Jákup Andreasen hevur skrivað eina heila bók, um slektina hjá konuni, sigur Leivur Arnold Andreasen.

-Eg fór til skips sum allir ungir menn. Var millum annað seks ár við skonnartini Liljuni, var eisini við konvojini hjá Kjølbro í Eysturgrønlandi og tvey ár við norðmonnum. Seinastu 24 árini av mínum arbeiðslívi starvaðist eg á Lítlubeding. Eg byrjaði har í 1980. Mær dámdi væl á bedingini, serdeilis fjølbroytt arbeiði.

-Eg og Amanda fingu trý børn og í dag eru sjey barnabørn og sjey langbarnabørn.

-Tíðin gongur, men eg komi ovlítið út. Gangi til gymnastikk í Smæruni, men eg kundi verið munandi meira at sæð úti, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.