Skriva út

Kristianna Strøm

Tvøroyri - Kristianna Strøm, deknur
Kristianna Strøm
deknur
Tvøroyrar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Kristianna Strøm er deknur í Tvøroyrar kirkju og hon er uppvaksin tætt við kirkjuna undir Heygnum.

-Nú búgva vit uttanfyri ánna, eg og maður mín Michael Strøm og kirkjutænari havi eg verið síðan mai 1987. Erling Ejdesgaard hevði verið einsamallur deknur í eitt mannaminni, men noyddist at gevast vegna sjúku og vit vóru tríggir deknar, sum avloystu hann, Finn, Bergur Stórhamar og eg. Vit hava lisið ella verið deknar ein mánaða ísenn, sigur Kristianna Strøm, sum er fødd tann 7. september 1955.

-Eg brúkti drúgva tíð at fyrireika meg. Eg leitaði lestrar fram, læs teir í gjøgnum. Eg hevði eitt pinkulítið barn tá, og kundi ikki avloysa við stuttum varsli. Eg hevði barnið við í kirkju.

-Tá ið eg var 59 ára gomul fekk eg ein knykil og fekk kemo. Man gerst meira følsamur og onnur ting ein ikki hevur hugsað um fáa týdning, tá íð nakað so lívshóttandi hendir. Lívið er broytt og summi ting hava fingið størri týdning, eitt nú leikluturin sum kona, mamma og omma. Hetta at vera í løtuni upptekur meg nógv og tað materiella hevur fingið minni týdning. Vit ganga ofta túrar og njótað lívið saman.

-Eg havi ongar villar planir, eg eri givin at stúra, takið lívið akkurát sum tað kemur.

-Eg havi havt eitt langt arbeiðslív, byrjaði sum blaðung í bankanum. Og viðurskiftini í peningastovnunum eru broytt nógv mína tíð. Nú greiðir kundin ein stóran part av bankaviðurskiftunum sjálvur, tá eg byrjaði gjørdu vit alt fyri kundan.

-Vit eiga trý børn, ein son og tvær døtur. Trý barnabørn eru komin og tað fjórða er ávegis. Og viðvíkjandi kirkjuni sitið eg í kirkjuráðnum, sigur Kristianna Strøm.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.