Skriva út
Knud Simonsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Knud Simonsen er ein av teimum fýra klokkarunum í Kvívíkar kirkju. Og hann er ikki kvívíkingur at rokna soleiðis slektsmessiga. Hann er heldur ikki uppvaksin í Kvívík, men í Kvívík hevur hann sett seg niður og her ætlar hann at búgva.
-Eg og Niels Boje Christensen byrjaðu samstundis á heysti 2002 sum klokkarar. Tað vóru tveir klokkarar frammanundan og nú vóru vit fýra og tað er rættuliga gott. Eg las og vit búðu í Norra. Vit skuldu koma heim aftur og eg frætti at eini hús vóru tøk í Kvívík. Vit leigaðu húsini og síðan fingu vit møguleikan at keypa barndómsheimið hjá vermóðir, Norðistova. Eg eri uppvaksin á Eiði. Pápi mín var vágamaður og mamma donsk. Tey fluttu til Eiðis í 1963, pápi hevði fingið arbeiði á Loranstøðini. Eg gekk í barnaskúla á Eiði og bygdin er mín heimbygd.
-Tað er siðvenja í Kvívík, at kirkjutænarar eru úr Norðistovu og kanska er tað ein av grundunum til at eg varð biðin. Eg fekk í hvussu er um hesa siðvenju at vita, tá ið eg varð biðin. Eg haldi, at tað er væl skipað við kirkjutænarum i Kvívík, fýra klokkarar og fýra deknar og á tann hátt verður tænastan ikki bundislig. Og eg havi ætlanir um at vera klokkari, so leingi tey vilja hava meg.
Hvørki eg ella konan eru úr Kvívík, hon er ættað úr Gøtu og er deknur.
-Kvívík er ein serlig bygd í mangar mátar. Tað er stuttur vegur frá dansigólvinum og í kirkjuna og tað eru nógv tiltøk í kirkjuni. Gudstænastan er soleiðis sum hon skal vera og í aðrar mátar er høgt til loftið. Fyri meg er hetta eitt sera gevandi arbeiði.
Knud er útbúgvin havfrøðingur ella master í Havfrøði og doktari. Hann arbeiðir hjá Fiskaaling.
Jórun og Knud eiga tríggjar dreingir. Teir eru 21, 19 og 15 ára gamlir.