Skriva út

Kitty Trúgvadóttir

Kitty Trúgvadóttir.jpg
Kitty Trúgvadóttir
deknur
Hósvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Fyrsta januar 2018 byrjaði Kitty Trúgvadóttir sum deknur í Hósvíkar kirkju. Og kirkjan hevur alstóran týdning fyri, at Kitty kann trívast. Kitty er fødd 3. august 1978.

-Eg eri hósvíkingur og um kirkjan ikki var í Hósvík, hevði eg ikki viljað búð her. Tað hevur týdning fyri bygdina, at kirkjan er opin og at eg kann vera við at skapa hana. Mær hevði ikki dámt, um ongin kirkja var. Vit upplivdu at vera uttan kirkju, tá íð hon varð umbygd í fleiri ár og tað var ikki ein góð støðan, sigur Kitty Trúgvadóttir.

-Eg eri av eini kirkjutænarafamilju, tað hava verið nógvir kirkjutænarar í míni familjum sigur hon,

-Eg var øgiliga nervøs tær fyrstu ferðirnar eg var deknur. Eg má fyrireika meg væl. Men tað er sunt at vera nervøsur, tað merkir, at eg taki uppgávuna alvorliga. Anfinn Heinesen helt skeið við okkum deknum um at føra fram, og tað hjálpti væl. Hann er sjónleikari og dugir at fáa ein boðskap út, sigur hon.

-Eg rokni meg sum hósvíking, hóast eg búði fyrstu árini í Árnafirði og Klaksvík til eg var 13 ára gomul. Eg var í Hósvík til eg var 22 ára gomul. Síðan fór eg niður at útvega mær útbúgving sum ergoterapeutur. Eg arbeiði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur hon.

-Eg eri gift við Sølva Sjúrðarson og vit eiga tríggjar dreingir. Vit hava keypt eini hús í Hósvík, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.