Skriva út

Kirstin Ellendersen

Kristin Ellendersen deknur í Famjins kirkju.jpg
Kirstin Ellendersen
deknur
Fámjins kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Kristin Ellendersen hevur havt álitisstørv við Fámjins kirkju í mong harrans ár. Hon hevur sitið í kirkjuráðnum í heili 47 ár og formaður í 24 ár og hon hevur verið deknur í nógv ár.

-Tað var Eivind Vilhelm, sum bað meg til dekn. Hann var prestur her hjá okkum. Eg læs fyrstu ferð 18 mai 1975, tá var hin deknurin sjúkur. Eg mann vera ein tann fyrsta kvinnan i Føroyum, sum havi verið deknur. Eg hav verið deknur í Famjins kirkju í 43 ár og eri tað enn.

-Eg eri fødd og uppvaksin i Famjin. Tá ið eg var 12 ára gomul fór eg á Tvøroyri at ganga í millum skúla. Tá búðu vit á Tvøroyri, hóast vegur var komin, tá vóru ikki so nógvir bilar og ongin ruta. Tá ið eg var liðug við skúlan sum 16 ára gomul fekk eg starv í Uttara handli á Tvøroyri og síðan fór eg til USA, har eg var í samfull trý ár hjá einum ommubeiggja og konu hansara. Tey vóru barnleys. Eg fylti 18 ár, tá ið eg kom yvir. Tey búðu í Baltimore. Eg minnist eg fór yvir við ferðamannaskipinum “Stavangerfjord, hetta hevur verið í 1958. Pápi mín var sjúkur umborð á skipi á veg úr Grønlandi og doyði bert 51 ára gamal. Hetta var ein smeitur fyri okkum.

-Maður mín eru úr Famjin og eitur John. Hann hevur verið heimamaður, síðan vit giftust. Vit eiga fimm børn, 10 barnabørn og trý langbarnabørn. Nøkur av børnunum eru rætt at okkum. Tvær døtur eru giftar í Hovi og ein sonur býr í Famjin. Tvær døtur búgva í Danmark.

-Eg havi verið avloysari sum vikarur her við skúlan í Famjin. Einaferð avloysti eg Sofus Strøm í eitt heilt skúlaár. Einaferð var eg vikarur á Eiði í eitt ár. Tá flutti familjan norður við. Eg veit ikki, eg hugsaði um at fara á læraraskúla, men tað var ikki so lætt við manni og børnum, so tað gjørdist av ongum, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.