Katrin Muller Absalonsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Katrin er ikki ættað úr Søldarfirði. Hon er uppvaksin longur úti á fjørðinum og er úr Saltangará. Og hon er heldur ikki gift til Søldarfjarðar. Maðurin kemur heilt sunnan úr Vági. Og hví búgva tey so í Søldarfirði? Hetta kemur fram, aftan á at vit hava fingið staðfest, at hjartað hjá Katrin hevur sligið síðan 14 januar í 1966 og at hon eisini av og á syngur fyri í bønhúsinum í Søldarfirð, tá ið gudstænasta er og ongin organistur er tøkur.
-Vit búðu í Havn, maðurin og eg. Tað var har vit møttust. Í 1988 ætlaðu vit at seta føtur undir egið borð og tá var dýrtíð í høvuðsstaðnum og vit fóru at leita aðrarstaðir. Eini hús vóru til sølu í Søldarfirði og vit tóku av. Tað hava vit ikki angrað. Vit vóru væl móttikin í Søldarfirði. Eg kom beinanvegin at ganga í bønhúsið og tá eg vildi hoyra prest, fór eg út í kirkjuna á Glyvrum. Eg eri uppvaksin við kirkjuni á Glyvrum. Prestur er í Søldarfirði einaferð um mánaðin og tá ongin organistur er, syngi eg fyri. Tað havi eg ikki trupulleikar við, eg havi sungið í kóri hjá Símin Nónklett, sum so mong onnur her á leiðini, sigur Katrin Muller Absalonsen.
-Eg eri virkin í bygdalívinum og virkin annars, man má gera nakað sjálvur. Eg havi havt nógv við ítrótt at gera og havi verið virkin í NSÍ, og hondbóltsfelagnum Tjaldrið og eg eri eisini í Sjómanskvinnuringinum.
Katrin er skrivstovuútbúgvin, lærdi hjá Marstein á Áarvegnum í Havn og fór síðan í banka. Hon hevur verið í Sparikassanum og seinni Eik seinastu 29 árini.
Katrin og Árni Absalonsen eiga trý børn, sum eru fødd í 1989, 1993 og 1997 og enn eru ongin barnabørn komin. (Samrøðan varð gjørd í september 2016).
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.