Skriva út

Karl Michaelsen

Vesturkirkjan - Karl Michaelsen, klokkari
Karl Michaelsen
klokkari
Vesturkirkjan
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ein klaksvíkingur, sum gerst klokkari í Vesturkirkjuni má sigast at vera væl integreraður í høvuðsstaðarlívið og er runnin saman við tey suðuri í Havn. Og Karl Michaelsen er klaksvíkingur og hann er klokkari í Vesturkirkjuni og tað trívist hann fínt við. 

    -Eg havi búð seinastu 35 árini i Havn. Eg eri giftur við eini konu úr Havn, hon eitur Meiken Samuelsen. Eg havi altíð gingið í kirkju, eisini sum smádrongur og ungur í Klaksvík, og tá eg flutti til Havnar var Vesturkirkjan eitt natúrligt val. Eg sigldi sum maskinmeistari við føroyskum farmaskipum. Nakað við STAR skipunum og í mong ár við skipunum hjá Skipafelagnum. Fyri 11 árum síðan fór eg í land og fekk starv sum maskinmeistari hjá Føroya Tele ella FT net. 

    -Eg kendi væl Signar Dam og John Eli frá Meinigheitshúsinum og ein dagin spurdi Signar meg, um eg hevði hug at gerast klokkari í Vesturkirkjuni. Eg hugsaði meg um og segði skjótt ja. Mær hevur dámt arbeiðið. Eg eri klokkari 3-4 hvønn sunnudag og taki mær eisini at kirkjuligum handlingum í vikuskiftinum, eitt nú jarðarferðum og brúdleypum. Mitt í viku, er tað Erna Hovgaard, sum hevur ábyrgdina. Eg eri eisini í kirkjuráðnum og hetta arbeiði er ein spennandi avbjóðing. Nú eru reglurnar broyttar soleiðis, at ein verður valdur fýra ár í senn og kann síðan afturveljast. 

    -Tað var rættuliga lætt hjá mær at flyta til Havnar, eg fall rættuliga skjótt til. Vit búgva undir Gráasteini og hesin býlingur hoyrir undir Vesturkirkjuna. Vit eiga eina gentu og tveir dreingir og tvey barnabørn.