Skriva út

Karl Henriksen

Karl Henriksen.jpg
Karl Henriksen
organistur
Mikladals kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Karl situr í hugnaliga kamarinum í eldrasambýlinum Oman Hoydalar 6 í Hoyvík. Her hevur hann búð seinastu árini og hann eldist, tørvar einans fýra ár í at gerast 100 ár í skrivandi løtu. Karl er føddur 19. oktober 1923. Karl var giftur við Elinborg Thomsen í Skúlanum í Oyndarfirði, hon er deyð og tey vóru barnleys.

-Eg lærdi á bedingini hjá Kjølbro í Klaksvík, vanliga kallað Stórabeding. Petur Joensen var smiðjumeistari. Hann var ættaður úr Innistovu í Vestmanna. Eg var við til at byggja fleiri træskip og tá íð eg flutti til Havnar, var eg millum annað við til at byggja strandfaraskipið Másan, sum ikki er til longur. Eg var 28 ár á Tórshavnar Skipasmiðju, men so fækkaðust træskipini og onki var hjá mær at gera. Næstu átta árini, áðrenn eg gavst at arbeiða, var eg snikkari hjá Bjarta Jacobsen, snikkarameistara í Havn, sigur Karl Henriksen.

-Eg møtti Elinborg í 1956. Hon fór niður á Húsarhaldsskúla, stutt eftir at vit vóru komin saman. Hon var eitt forferdiliga fitt fólk. Dugdi væl at skriva føroyskt mál og hevði verið skrivari hjá Christian Matras, professara í føroyskum. Vit giftust í 1958 og hildu gullbrúdleyp saman. Eg hevði slett ikki fyristillað mær, at tað var so ringt at missa konuna, sigur hann.

-Vit bygdu í rekkjuhúsunum í Hellutúni í Eysturbýnum. Eg spældi onkuntíð í Mikladali, áðrenn vit fluttu norður aftur og var eisini deknur. Jóan Magnus Eliassen í Hússtovu var deknur í eini 60 ár. Vit bygdu hús og flutti til Mikladals í 1991. Elinborg doyði 17 september 2010.

-Tey 19 árini í Mikladali saman við Elinborg eru tey bestu í lívinum,  hon treivst væl í okkara nýggja heimi og eisini eg, serliga í urtagarðinum. Vit fingu 52 ár saman.  Og samanlagt kann eg siga, at eg havi havt eitt gott lív, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.