Skriva út
Julia Lamhauge
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Julia Lamhauge er ættað úr Syðrugøtu og býr i uttastu húsunum uttanfyri Grógv. Og hon hevur verið leingi deknur í Gøtu, fyrsti í gomlu kirkju í Norðagøtu og síðan í nýggju kirkjuni við Gøtugjógv. Julia er fødd 1 januar í 1955 og er lærari í skúlanum í Gøtu.
-Eg var biðin í 1993. Tað var Dánjal Pauli, sum spurdi meg. Eg hugsaði, um eg skuldi halda meg til. Hugsaði aftur og fram, okkara heim hevði altíð verið kirkjufólk og eg helt, at eg hevði førleikan. Men júst tá ið eg skuldi byrja, mundi eg fingið sjokk. Undir gudstænastuni fór Olofson, prestur, at greiða frá, hvat sambært bíbliuni kravdist av einum kirkjutænara. Eg kendi tað, sum eg fór niður í gjøgnum gólvið. Hetta kundi eg undir ongum umstøðum liva upp til, eg ivist um nakað menniskja kundi liva upp til hesi krøvini. Hóast skelkað, helt eg á fram at vera deknur og lesa. Tað var soleiðis, at deknurin gjøgnum mong ár, læs fyri tað mesta og eg, av og á. Eg átti um hetta mundið tríggjar dreingir og míni foreldur og maður stuðlaðu mær í at vera deknur.
-Eg hevði sett í meg, at eg skuldi hava útbúgving. Eg ivaðist um eg skuldi lesa til sjúkrasystir ella lærara og skuldi tað vera sjúkrasystir, tá mátti eg búgva í Havn. Hetta bar ikki so væl til, tí pápi, Niels á Rætt, hevði fingið eina heilabløðing einans 49 ára gamal og hann var rættuliga óhjálpin. Hann kundi ganga eftir vegnum, men heldur ikki meira og mamma, Katrina, var einsamøll um hann. Eg vildi búgva í Gøtu og tí valdi eg at fara á Læraraskúlan, soleiðis at eg kundi koma heim aftur. Maður mín, Jóni Lamhauge úr Rituvík, hevði einki í móti at búgva í Gøtu. Eg fekk starv í Gøtu, tá ið eg var liðug við læraraútbúgvingina og eg havi bara verið her, nú er 36 ár síðan eg byrjaði, sigur Julia Lamhauge.
-Eg kenni deknastarvið sum eina stóra uppgávu, eg skal formidla orðið. Eg geri mær ómak at velja skilligar lestrar. Eg haldi, at vit hava ov lítið av úrvali av lestrum. Tað eru eisini krøv til lestrar, teir skulu ikki vera alt ov stuttir og teir skulu heldur ikki vera alt ov langir. Vit hava stóra kirkju og tað hevur týdning, at vit hoyrast undir gudstænastuni. Eg haldi, at tað er undrunnarvert, hvussu nógv fólk fáa burtur úr lestrunum og eg fái sjálv nógv burtur úr at lesa, kanska meira enn tey, sum lýða á.
-Eg haldi, tey, sum standa fyri kirkjuni áttu at hugsa um at skúla okkum deknar eitt sindur, tað sakni eg.