Skriva út

Jórun Høgnesen

Jórun Høgnesen.jpg
Jórun Høgnesen
deknur
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jórun Høgnesen er deknur í Christianskirkjuni og tað hevur hon verið í nøkur ár. Jórun er fødd 15. mai 1959.

-Fyrstu ferð eg læs var í 2008. Eg varð spurd, um eg vildi vera deknur og segði ja. Eg eri rættuliga glað fyri arbeiðið. Eg eri ikki fastur deknur, men avloysi, tá íð tørvur er á tí. Eg havi altíð gingið í kirkju, kirkjan er ein partur av mínum lívi, og tí er tað ógvuliga natúrligt fyri meg at vera deknur, sigur Jórun Høgnesen.

-Kirkjan er mítt andaliga heim, bæði í gleði og í sorg og eg havi nóg mikið at gera, sum fastur avloysari. Her hendir nógv í okkara kirkju og ofta eru boð eftir mær ella í hvussu er nakrar ferðir um árið.

-Eg eri úr Klaksvík. Mamma er ættað frá Gjógv og pápi er av Norðoyri. Maður mín eitur Mikkjal Joensen. Vit eiga trý børn, tveir dreingir og eina gentu og síðan hava vit eisini fingið barnabørn., sigur hon.

-Eg tók prógv sum fólkaskúlalærari í 1982. Eg gekk í skúla á læraraskúlanum í Havn. Eg havi verið fegin um at vera lærari og eri lærari í skúlanum á Skúlatrø.

Jórun Høgnesen hevur eisini verið virkin á annar hátt í kirkjuni. Hon hevur sitið í átta ár í kirkjuráðnum, eisini eitt arbeiði henni dámar.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.