Skriva út

Jónsvein Petersen

Hov - Jónsvein Petersen, klokkari
Jónsvein Petersen
klokkari
Hovs kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jónsvein Petersen avloysur sum klokkari í Hovs kirkju og tað hevur hann gjørt seinastu 10 árini, har hann hevur ringt av og til, tá íð konan og svágrar hava havt forfall. Hann er giftur við Emmu og hon og hennara tríggir brøður hava mannað tornið í Hovs kirkju í mong ár.

-Eg eri hovbingur, føddur og uppvaksin her og eg fór ikki so langt, fyri at finna mær konu. Hon er eisini úr bygdini, eitur Emma. Vit vildu búgva her og vit hava trivist og eru her enn.

-Eg havi verið nógv til skips, siglt nógv við norðmonnum, bæði við trolara og nótabátum.

Norðmenn hava betri skip og bjóða góð arbeiðskor. Tað var ógvuliga lokkandi at hava frí helvitna av árinum.

-Seinastu 10 árini havi eg arbeitt í alingini heima í Føroyum. Hovsbygd var ein undangongubygd innan aling. Her var smoltstøð og smoltini gingu á Hovsvøtnum, áðrenn tey vóru slept á sjógv.

Tað er ikki loyvt longur. Eg byrjaði sum fóðrari við einum alibáti. Nú eru nógvar forbetringar gjørdar og fóðringin eru automatisk. Fyrr kom tað fyri, at tað viðraði so illa, at vit ikki sluppu út.

-Her í Hovi er seyðurin og landbúnaðurin eitt og alt. Eg havi eitt lítið festi upp á eina mørk, sum eg havi fingið frá abba mínum. Tað er hobby og ikki vinna. Í Hovi er viðtikið á grannastevnu, at øll kunnu hava eitt gásapar, og tað er uttan mun til um tey eiga jørð ella ikki. Her eru nógvar gæs og menn hava turkað nógvar gæs.

Hovbingar eiga Tjaldavíkshólm og har eru 24 frælsir sigur Jónsvein. Seyður yvirlivir har, har er ovmikið av græsi. Teir plaga at sleppa gimburlombum út um veturin.

Hovshólmur hoyrir til Porkeri. Har eru sjey frælsir og teir plaga at sleppa seyði út har, tá ið æðurnar eru farnar.