Skriva út

Jónsvein Mikkelsen

Jónsvein Mikkelsen.jpg
Jónsvein Mikkelsen
organistur
Fríðrikskirkjan

Eftir Jústinum Leivsson Eidesgaard

Jónsvein Mikkelsen, sum er borin í heim tann 8. mars 1931 er føddur í Gøtu, uppvaksin í Leirvík og hevur virkað á Toftum nærum alla lívsævina og her nýtir hann eisini lívskvøldið.

-Mamma, Katrina Zachariassen var úr Jákupstovu í Norðagøtu. Hon spældi onkuntíð í kirkjuni. Hon lærdi meg, tað hon dugdi heima. Pápi mín, Petur Mikkelsen var av Lækjuni í Syðrugøtu,  og hann var lærari í Leirvík alla sína tíð.

-Eg gekk í fótasporum hansara og byrjaði sum lærari í Suðuroy fyrst í fimtiárunum í farnu øld. Hetta var tó so langt burtur, tá var sambandið ikki sum í dag og eg søkti lærarastarv á Toftum í 1959 og havi verið her síðani. Kona mín Jóna er av Toftum, hon er dóttir Michael í Tøvuni og hann var virkin innan Indremissiónina, sigur Jónsvein Mikkelsen.

-Áðrenn eg fór á læraraskúla spældi eg onkuntið í Leirvík. Tað var við tveimum fingrum á einum gomlum orgli. Á læraraskúlanum undir Hjalmar Hátún  var orgulundirvísing. Men eg gjørdi litið við at spæla. Eg hevði stóran áhuga fyri violinini og fekk undirvísing frá Erik Petersen. Luttók í einum kamarorkestri. Tá ið eg kom á Toftir at vera lærari, var Hjalgrim Poulsen lærari á Strondum organistur á Nesi. Hann flutti á Strendur í 1966 og tá gjørdist eg avloysari. Jana, systir mín og Solveig hjá Sørin spældu áðrenn og tað hava verið fleiri undan teimum.

-Eg spældi fyri tað mesta einsamallur á Nesi. Fyrstu høvdu vit eitt gamalt pumpuorgul uttan pedalar. Tað var eitt stórt pumpuorgul. Ljóðið og rúmið kann ikki samanliknast í Nes kirkju og Fríðrikskirkjuni. Eftirljóðið er nakað heilt annað í nýggju kirkjuni. Gamla kirkjan hevði sína sjarmu, annarleiðis og tøtt. Ì nýggju kirkjuni hoyrir tú bara teg sjálvan.

-Eg havi eisini havt ta gleði at spæla violin í Føroya Symfoniorkestur. Tað hevur verið nakað heilt serligt. Eg bleiv ongantíð serfrøðingur í nøkrum, men tikist eitt sindur við nógv, og tað hevur eisini verið hugnaligt. Eitt nú hevur tað verið stuttligt at luttikið í ymiskum orkestrum her á fjørðinum.

-Mær hevur dámt væl at flotið, men tað er ordliga slakkað av. Eg og konan búgva heima og banka undir borðið, vit eru væl fyri. Hon er sjúkrasystir og hevur verið nógv um toftafólk. Vit tosa um deyða okkara millum, men tað er ikki longur eitt evnið, sum ræðir okkum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.